Óstøðugt veður komandi dagarnar

Ein veikur hátrýstsryggur yvir Skandinavia gevur enn kalt og støðugt veður. Mikudagin fer hátrýstryggurin í ein eystan og brúgvaløg við regni og vindi koma seint hósdagin ella fríggjanáttina inn yvir Føroyar av útsynningi, og komandi dagarnar heldur tað óstøðuga veðrið á, meðan brúgvaløgini ferðast yvir okkum

 

Í dag verður fleyr til gul av norðri, undir 5 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning. Yvirhøvur turt og sólglottar, men út á seinnapartin verður skýggjað. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig. Um kvøldið ætlar hann vindin upp í lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, turt, men skýggjað. Mikunáttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað og í støðum kavi ella kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

 

Í morgin verður fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum øtlar upp í gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Í støðum sólglottar, men møguliga okkurt kava- ella vátaslettingsælið. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 7 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin upp í strúk í vindi og skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn nógvastaðni og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og suðri, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin yvirhøvur turt. Hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið og náttina snarar hann vindin í ein útsynningi og tað verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Tað klárar í eitt bil, annars yirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um kvøldið og náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s Skýggjað og fyrst regn, síðani klárar í í vestri. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein sunnan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig.