Jústinus Leivsson Eidesgaard umrøður í VikuskiftisSosialinum bókina »Í kjalarvørrinum« eftir Jórun og Osmund Justinussen.
Jústinus Leivsson Eidesgaard heldur, at bókin megnar í stóra mun at vera objektiv.
– Eg eri altíð skeptiskur yvir sjálvsævisøgur, tí har skriva høvundarnir sína egnu søgu, og har er ongin uttanveltaður, sum er eitt sindur longur frá, ið kann geva eitt spegl av tí, sum høvundarnir seta saman og kanska siga frá. Og hóast tað, dámar mær væl sjálvsævisøgur, skrivar Jústinus Leivsson Eidesgaard millum annað í drúgvu umrøðuni av bókini.
– Eg og Osmund hava kenst í fleiri ár, verið í onkrum felagsskapi saman og tí kann onkur sáa iva um gegnið. Men eg tori at siga, at Osmund megnar í ógvuliga stóran mun at vera objektivur ella óheftur. Hann kundi verið nógv meira beiskur, hann kundi verið nógv meira stingandi, tí hann, sum reiðari hevur havt meira við politisku skipanina at gera enn tey flestu, men tað er ringt at fáa eyga á í teimum 274 síðunum, sum eru hansara partur, at teimum 392 síðunum, bókaverkið telur.
– Bókin er ein gongd í døkkum dølum og upp á hægstu tindar við einum støðugum ótta fyri at fella fyri hugmóðini, tá íð viðrákið fær ein at gloyma myrkrið í dølunum, skrivar Jústinus Leivsson Eidesgaard.
Øll umrøðan av bókini kann lesast í VikuskiftisSosialinum, sum er útkomin í dag.











