Oslo: Sonur skeyt pápa sín

- Tað er greitt, at hetta er ein serlig støða, men tann, sum nú er skuldsettur, hevur eisini rætt til verja, sigur John Christian Elden, advokatur.

 

 

Í gjárkvøldið frættist, at ein maður varð skotin og dripin í egnum heimi í norska høvuðsstaðnum Oslo, og í morgun gjørdist greitt, at talan var um kenda verjuadvokatin, Tor Kjærvik.

Í samband við hendingina var eisini greitt, at ein maður í 30-árunum er handtikin, og seinnapartin í dag upplýsir norska løgreglan, at drápsmaðurin er sonur advokatin sjálvan, og at hesin nú verður avhoyrdur.

Sambúgvin hjá advokatinum var í heiminum, tá hendingin fór fram. Umframt at vera skuldsettur fyri dráp av pápa sínum, er skuldsetingin nú víðkað til eisini at fevna um drápsroynd móti sambúgvanum hjá pápanum.

Ein annar kendur norskur advokatur, John Christian Elden, er útnevndur sum verji hjá skuldsetta manninum, og tv2.no hevur spurt verjuadvokatin, hvat ungi maðurin, sum skeyt pápa sín, hevur sagt um hendingina?

- Hann situr júst nú til avhoyringar hjá løgregluni og greiðir frá. Maðurin ringdi sjálvur og bað løgregluna koma eftir sær eftir tilburðin,  sigur John Christian Elden við tv2.no.

Advokaturin vil ikki siga meira um, hvat liggur aftan fyri drápið, men vísir kortini á, at stríð leingi hevur verið í familjuni.

Hvat snýr stríðið seg um?

- Tað kann eg ikki siga nakað nærri um. Hetta fer at koma fram undir avhoyringum og í kanningararbeiðnum hjá løgregluni, sigur verjuadvokaturin. 

Hann leggur aftrat, at maðurin fer at greiða løgregluni frá, hvat hendi í heiminum mánakvøldið.

Men, viðgongur maðurin seg sekan?

- Hann er ikki spurdur um skuldarspurningin enn. Fyrst noyðist hann av greiða frá tí, sum hendi, og síðan fer hann at taka støðu til skuldarspurningin, sigur verjin, John Christian Elden.

Skuldsetti maðurin skal til grundlógaravhoyring seinnapartin í morgin.

Advokaturin, sum í gjárkvøldið varð skotin, 70 ára gamli, Tor Kjærvik, hevur langa tíð aftan fyri seg sum verjuadvokatur, og hann hevur verið knýttur til advokatfelagið, Advokatene í Oslo.

John Christian Elden er ein av fleiri advokatum, sum hevur arbeitt undir liðini á Tor Kjærvik, og tí spyr tv2.no, hvussu tað er at vera verji í einum slíkum máli?

- Tað er greitt, at hetta er ein serlig støða. Tor Kjærvik hevur verið ein virdur advokatur, sum eg havi havt við at gera í fleiri revsimálum. Tað kunnu vera trupulleikar í bestu familjum og tann, sum nú er skuldsettur, hevur eisini rætt til verja, sigur John Christian Elden.