Oslo skyldina av áaroyðing

Norska høvuðsstaðarkommunan, Oslo kommuna, góðtekur eina bót upp á fýra milliónir krónur, sum hon hevur fingið, eftir at útlát av klori oyddi næstan alt djóralív í Akersánni.

Upprunaliga noktaði kommunan at rinda bótina, tí hon eisini skuldi rinda tríggjar milliónir krónur í endurgjaldi til Oslomarka Fiskeadministrasjon.

Men eftir at politiið nú hevur slept hesum kravinum, hevur kommunan samtykt, at bótin skal rindast.

Ein leki á eini vatnslangu við eitt vatnreinsianlegg í mars 2011 elvdi til, at 6.000 litrar av klori runnu út í Akersánna og drupu næstan alt djóralív, sum var í ánni.