Norski høvuðsstaðurin er sambært granskingarstovninum Bookings Institution tann næstríkasti stórbýurin í heiminum. Bara tann amerikanski Hartford í statinum Connecticut er ríkari. Á teimum næstu plássunum eru San Jose í USA og Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Svenski høvuðsstaðurin Stockholm er á 8. plássi.
Heimsins fátækasti stórbýur er egyptiski høvuðsstaðurin Kairo, og beint omanfyri eru Mumbai í India og Alexandria í Egyptalandi.
Tann stórbýurin, sum veksur skjótast, er Shanghai í Kina.