Oslo:
Oslo er ein býur við ov mikið av møguleikum innan mest sum øll øki. Har er nógv at vitja fyri øll ferðafólk, og eitt av tí, sum býurin er serliga kendur fyri, eru tey nógvu ymisku søvnini innan bæði list, søgu og mentan. Vit fara at siga eitt sindur um nøkur av mest spennandi søvnunum.
Fótbóltssavnið á Ulleval
Eitt av søvnunum í Oslo, ið er sera nógv vitjað, serliga av fóltbóltsáhugaðum, men eisini av øðrum, er fótbóltssavnið, ið liggur á Ulleval Stadion. Framsýningin á hesum savni er bæði spennandi og øðrvísi, tí her fær tann vitjandi innlit í norsku fótbóltssøguna á ein sera livandi og fjølbroyttan hátt. Allastaðni leggur savnið upp til, at tey vitjandi kunnu trýsta á, lata upp, føla og lukta fótbóltssøgu landsins. Savnið er rættiliga barnavinarligt, og til ber hjá bæði stórum og smáum at spæla FIFA 2006 á stórskíggja til Play Station 2. Eisini verða rundvísingar gjørdar á sjálvum Ulleval Stadion eins og til ber at síggja landsliðsgarderobuna.
Kon-Tiki
Eitt annað av áhugaverdu søvnunum í Oslo er Kon-Tiki savnið. Á hesum savni síggjast ting frá mongu kanningarferðum Thor Heyerdahls. Har eru standmyndir av Páskaoynni, ymisk fund úr Polynesia, av Galapagos og úr Peru. Kendi flakin Kon Tiki og sevjabáturin Ra 2 eru eisini framvístir á savninum.
Thor Heyerdahl sigldi saman við seks øðrum persónum í Kon Tiki flakanum úr Peru, um Kyrrahavið, til Polynesia. Teir sigldu 8000 km langa teinin í 101 døgn. Thor Heyerdal hevur gjørt líknandi ferðir við bátunum Ra 1, Ra 2 og Tigris, og hetta er útførliga lýst og útstillað á Kon-Tiki savninum.
Savn til minnis um Edvard Munch
Kendi norski listamaðurin, Edvard Munch testamenteraði Oslo kommunu uml. 1100 málningar, 1550 grafisk bløð, 4700 tekningar og seks standmyndir. Hesi eru øll at finna í Munch savninum í Oslo, sum læt upp fyri almenninginum í 1963, hundrað ár eftir, at listamaðurin varð føddur. Munch savnið í Oslo eigur í dag uml. helvtina av øllum málningum Munchs, og hetta hevur gjørt tað møguligt hjá savninum at hava serligar framsýningar bæði á sjálvum savninum og aðrastaðni í heiminum.
Barnalist og Nobel Friðarsentrið
Í Oslo ber eisini til at síggja barnalist. Har er nevniliga eitt savn, Barnekunstmuseet, ið bert sýnir fram list, sum børn hava evnað til. Savnið hevur til endamáls at sýna barnalist úr øllum heiminum og at arbeiða fyri, at barnarættindini, ið m.a siga, at børn hava rætt til at taka lut í mentanarlívi og listarligum arbeiði, verða hildin. Savnið hevur skiftandi framsýningar. Av framsýningum seinastu árini kunnu nevnast SOS-Barnabýir, vinalag ímillum Noregi og Japan og Milleniumframsýningin, Det nye årtusenet.
Á Nobel Fredssenter á Rådhusplassen ber til at síggja , hvør ið hevur vunnið friðarheiðursløn Nobels, og hvat tey hava vunnið hana fyri. Til ber eisini at fáa at vita søguna um Alfred Nobel.
Vilja tey ferðandi vitað eitt sindur meira um søgu Oslo, so ber hetta eisini til, tí í Oslo er eitt savn, Oslo Bymuseum, ið gjøgnum eina fasta framsýning, sigur søgu Oslo seinastu 1000 árini. Savnið er í tí gamla Frogner Hovedgård frá 1800 talinum, ið liggur í Frognerlundini, tætt við Vigelandslundina. Oslo kommuna eigur húsið, sum varð friðað í 1927.
Av øðrum søvnum, ið eru verd at vitja, kunnu nevnast Holocaust sentrið, Víkingaskipahúsið, Søguliga savnið og Fornminnissavnið.









