Í kvøld kemur í gildi fullkomið bann fyri útskeinging av alkoholi í norska høvuðsstaðnum. Oslo hevur gjørt av at banna skeinking av alkoholi vegna koronasmittuvanda.
Býarstýrið í norska høvðsstaðnum hevur gjørt av, at søla av alkoholi á matstovum og barrum skal steðga frá í kvøld klokkan 20.30.
Bannið kemur, tí fleiri skeinkistøð ikki hava hildið reglarnar um at halda frástøðu frá hvørjum øðrum. Hendan reglan er sett í gildi fyri at avmarka koronasmittu.
– Vit eru í eini sera álvarsamari støðu, sigur vinnuborgarstjórin í Oslo, Victoria Marie Evensen, við sjónvarpsstøðina NRK.
– Vit mugu ansa eftir hvør øðrum og fáa tamarhald á smittustøðuni. Tíverri síggja vit, at tey, sum hava opið, ikki halda reglarnar. So tí eru vit noydd at seta onnur tiltøk í verk, sigur hon.
Tað verður enn loyvt at servera mat á matstovum í Oslo.
Bæði løgregla og aðrir myndugleikar hava seinastu dagarnar verið á umleið 650 eftirlitsvitjanum á skeinkistøðum í Oslo, sum enn hava opið, skrivar tíðindastovan NTB.
Hetta eftirlit heldur fram í kvøld.
/ritzau/











