Óskiljandi at slíkt kann henda

- Fíggindin sæst ikki, og sera trupult er at finna hann, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.

- Tað er óskiljandi, at slíkt kann henda. Eirindaleyst at taka lívið frá ósekum hjálparleysum fólkum. Allir okkara tankar eru hjá franska fólkinum. Hetta verður gjørt av muslimskum yvirgangskroppum, og teir gera tað við síni trúgv sum grundgeving.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.

 

Hann vísir á, at tað altíð hevur verið ringt - fyri ikki at siga ómøguligt - heilt at byrgja uppfyri yvirgangsatsóknum.

 

- Fíggindin sæst ikki, og sera trupult er at finna hann. Tó eigur alt at gerast fyri at steðga hesum, og flestu lond gera stórt arbeiði fyri at avdúka hesi, áðrenn atsóknirnar verða framdar. Ofta eydnast tað, men ikki altíð.

 

Jørgen Niclasen sigur, at tað í hesum førinum er upp til Frakland, hvat landið ger.

 

- Eftir yvirgangsatsóknina í Paris í februar í ár valdi Frakland at venda hin kjálkan til. Og longu nú er aftur atsókn, og hendan er munandi størri og ógvusligari. Nú velur Frakland at leypa á. Um tað er vegurin, er ilt at siga, men einki at gera, var heldur ikki loysnin.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at tá vit lesa í halgubók, at Gud valdi at koma við tungumálum, var tað kanska júst tí, at øll fólkasløg ikki eru egna at vera saman.

 

- Hjá okkum eru útlendingar, og tey eru mynsturborgarar. Men, slíkar hendingar fáa okkum at hugsa um, hvat við flóttarfólkum. Hesi hava brúk fyri hjálp. Okkara hugsan er, at vit eiga at hjálpa teimum, har tey eru - ella í nærumhvørvinum, sigur Jørgen Niclasen.