Kongressin í USA kann ikki semjast um eina fíggjarlóg, sum hevur við sær fígging av múrinum hjá Donald Trump móti Mexico.
Starvsfólk í nógvum aðalráðum og almennum stovnum í USA fáa frá midnátt ikki løn útgoldna. Og tær tænastur, tey bjóða amerikansku borgarunum, verða ikki tøkar.
Tað er greitt, eftir at amerikanska Kongressin í gjár ikki kundi semjast um fóggjarlógina fyri 2019. Evstamark fyri at samtykkja fíggjarlógina var á midnátt. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Tøvrandi politiska semjan millum Demokratar og Republikanarar í báðum kømrum í Kongressini var serliga um kravið hjá Donald Trump, forseta, um at fígging av múrinum, hann lovaði á markinum til Mexico skuldi vera í fíggjarlógini.
– Vit fara at steingja stjórnina, ljóðaði tað frá Trump í gjárkvøldið í eini video, sum hann sendi á Twitter.
Og forsetin var ikki seinur at plasera ábyrgdna fyri kollsigldu samráðingarnar.
– Vit fáa einki gjørt, tí Demokratarnir vilja ikki geva okkum atkvøðurnar, segði forsetin og legði afturat, at hann ikki vónaði, at hendan støðan fór at vara leingi.
Samráðingarnar um fíggjarlógina fyri næsta ár hava vart í fleiri mánaðir.
Kongresslimirnir hava tó samtykt fíggjarætlan fyri 25 prosent av stjórnini, tá tey í oktober samtyktu fígging av størsta partinum av fíggjarlógini.
Bæði samríðingarfólk í Umboðsmannatinginum og í Senatinum steðgaðu fundunum í gjar samtykkjandi, at kravið hjá Trump um fígging av múrinum ikki hevði undirtøku.
Serliga millum Demokratar er móstøðan stór.
Hósdagin samtykti Umboðsmannatingið, har Republikanararnir hava meiriluta, eitt uppskot, sum hevði við sær fígging av múrinum, men í Senatinum eydnaðist ikki at finna tær 60 atkøðurnar, sum skulu til fyri at samtykkja uppskotið.
Republikanarar hava meiriluta í Senatinum upp á bara 51 av 100 sessum.
Tey bæði kømrini høvdu annars eina fyribilsfíggjarlóg klára, men hana vil Trump ikki undirskriva, tá hon ikki hevði tær kravdu milliardirnar við sær.
Tað felags fíggjarlógaruppskotið hevði longt samráðingarevstamarkið til 8. februar. Til ta tíð kann tað gerast enn verri hjá forsetanum at fáa stuðul fyri marknaðmúrinum.
Fyrst í januar skfitir meirilutin í Umboðsmannatinginum frá Republikanarum til Demokratarnar sum úrslit av miðvalinum í november.
Samráðingarnar í Washington halda fram sambært tíðindastovuni AP í dag.
Partvísa afturlatingin rakar níggju av 15 aðalráðum. Sambært blaðnum The Washington Post fer afturlatingin – tvørt at siga – at merkja, at aðalráðið fyri tjóðarinnar trygd – sum er á varðhaldi á landsins landamørkum – at verða rakt.
/ritzau/