Ósemja um aðalverkfall

Klaksvíkingar og vágbingar vilja ikki í verkfall uttan víðari

Gundarlagið undir verkfallshóttanini hjá teimum seks arbeiðarafeløgunum er farið at ridla.

Tey seks arbeiðarafeløgini gjørdu í fjør bart og lovaðu aðalverkfall um alt landið, um ávísur samfelagsbólkur fekk skattalætta framum øll onnur.

Og hóast ongin ávísur samfelagsbólkur varð nevndur, er hóttanin blivin aktuell, nú ætlanin er at geva fiskimonnum serligan skattalætta.

Nú ætlaði skattalættin til fiskimenn er fyri, hava arbeiðarafeløgini endurtikið verkfallshóttanina.


Stór ósemja

Men tað er so smátt komið undan kavi, at stór ósemja er í arbeiðarafeløgunum um verkfallshóttanina.

Herfyri kunngjørdi Sørvágs Arbeiðarafelag alment, at tey eru ímóti at fara í verkfall uppá skattalættan til fiskimenn.

Og í gjár vátta báði Arbeiðskvinnufelagið í Klaksvík, og Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, leysatíðindini fyri Sosialinum, at tey fara ikki í verkfall uttan víðari.

Sostatt hava trý arbeiðarafeløg alment váttað, at tey fara ikki í verkfall uttan víðari.

Og sostatt er verkfallshóttanin nógv viknað seinastu dagarnar.

Báði Rannvá Samuelsen, forkvinna í Fjallbrúður, og Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag siga, at tey hava ikki bundið seg til at fara í verkfall.

Tær siga báðar, at verkfall kemur ikki uppá tal hjá teimum, fyrenn atkvøða í felagnum vísir, at meiriluti er fyri tí.

Men báðar siga tær kortini, at feløg teirra standa aftanfyri yvirlýsingina, sum 16 fakfeløg skrivaðu eftir felagsfund í Havn sunnudagin.

Fjallbrúður hevur ikki skrivað undir yvirlýsingina, men tað komst av, at tað lá so illa fyri at fara til havnar sunnumorgunin.

Í yvirlýsingini er ikki eitt orð sagt um verkfall og Ingeborg Vinther, forkvinna í FA sigur, at tað bleiv heldur ikki umrøtt.

Hinvegin varð tað nógv umrøtt, at fiskimálaráðharrin var til reiðar at bróta eina lóg fyri at seta fót fyri arbeiðarafeløgini.

Tey sipa til avgerðina um at lata skipini sleppa at avreiða uttanlands ótálmað, verður verkfall - tað er umrøtt aðrastaðni í blaðnum.

Tíverri fingu vit ikki orða á hana um tíðindini um, at tey bæði arbeiðskvinnufeløgini ikki vilja fara í verkfall.


Hava ikki ráð

Hanna Isaksen í Klakvík sigur, at hon unnar fiskimonnum væl skattalætta.

Men hon átalar politikararnar fyri at koma við hesum nú.

­ Hetta er tað bera valagn, tí hetta er ikki rætta tíðin at koma við skattalætta.

­ Hvør skal betala henda skattalættan, samstundis sum vit tveita sinnissjúk fólk heimanífrá á jólum fyri at spara lúsa 40.000 krónur.Tað eru ætlanirnar at lata pensjónatið aftur, hon sipar til.

­ Hon sigur, at tað eru so nógv onnur, sum eisini hava tað strævið og sum tað eisini er trupult at fáa endarnar at røkka saman hjá.

­ Tað skuldi heldur verið so, at øll fingu eitt sindur í skattalætta, tí fiskimenn eru nú ikki teir, suim eru ringast fyri fíggjarliga við tað, at teir hava eina tryggjaða minstuløn uppá einar 18.000 krónur um mánaðin.