7. mars 2010 verða Oscar-virðislønirnar handaðar, og allar tilnevndingarnar eru kunngjørdar. 10 filmar eru tilnevndir til >>Besti Filmur<< - tvær ferðir so nógvir sum í fjør. Hesir tíggju eru:
District 9
Leikstjóri: Neill Blomkamp
Kostnaður: 202 millioner $
Imdb stig: 8,3
Leikstjórin er ókendur, og eingin væntaði, at filmurin fór at verða ein av teimum heilt stóru. Filmurin er tilnevdnur til næstan allar heiðurslønir, hóast ikki nógvar vórðu vunnar. Tað veðrur mett, at Blomkamp verður ein av teimum heilt stóru í 2011.
An Education
Instruktør: Lone Scherfig
Leikstjóri: 10,1 millioner $
Imdb stig: 7,7
Hóast filmurin er ein sera bílig filmsframleiðsla, kann hann teljast millum Oscar-tilnevningarnar. Danska Lone Scherfig kann, sum ein av teimum heilt fáu, nú kalla seg Oscartilnevndan leikstjóra.
The Blind Side
Leikstjóri: John Lee Hancock
Kostnaður: 237 millioner $
Imdb stig: 7,9
Tað er fyrstu ferð, at John Lee Hancock hevur fingið sín film tilnevndan til eina størri viðursløn ? og einki er størri enn ein Oscar. Ikki er stórur kjansur fyri, at filmurin vinnur, men hinvegin eru vónirnar góðar fyri høvuðssjónleikarakvinnuni, Sandra Bullock, at hon fær heiðurin sum bestu sjónleikarakvinnu.
Up
Leikstjóri: Pete Docter
Kostnaður: 722 millioner $
Imdb stig: 8,2
>>Up<< er næstdýrasti filmurin í bólkinum. Tað er næstan ógjørligt hjá einum animeraðum filmi at vinna eina Oscar sum besta filmin, men hóast er filmurin endaður í hesum tilnevnisbólkinum, og øll eru helst









