Nýggi Chelsea leikarin leikar saman við Neymar á brasilska OL-liðnum. Neymar verður mettur sum størsta talentið í Suðuramerika síðani Messi, og nú hevur 20 ára gamli Oscar roynt at lokka hann við sær til London.
- Meðan vit hava verið í London havi eg sagt Neymar frá ambitiónunum hjá Chelsea. Tá tíðin kemur fyri Neymar at flyta til eitt europeiskt felag, vóni eg, at eg kann sannføra hann, sigur Oscar við The People.
Oscar flutti til Chelsea fyri 25 milliónir pund frá Internacional í summar og sigur, at hann onga løtu ivaðist í at flyta til vestur London, tá hann hoyrdi um áhugan frá Chelsea.
- Tá umboðsmaður mín segði mær, at Chelsea hevði áhuga í mær, nýttist mær als ikki at hugsa um tað, sigur Oscar við The People.
- Teir eru meistarar í Europa, men teir vísa stórar ambitiónir við at økja og betra um hópin. At vinna europeiska meistaraheitið og framvegis keypa leikarar sum Eden Hazard og meg sjálvan vísir, hvørjar ambitiónir eingarin og venjarin hava, sigur Oscar.
Hann heldur, at við hópinum, sum Chelsea hevur, kunnu teir vinna bæði Premier League og Champions League.
- Eg veit, at tað er sera trupult at vcinna Champions League tvær ferðir upp í slag, og sjálvt Barcelona hevur ikki megnað tað, men við hópinum hjá Chelsea er tað kortihni møguligt, sigur Oscar.










