Eldar í og kring Los Angeles í amerikanska statinum Kalifornia hava elvt til, at tilnevningarnar til Oscar-virðislønina sunnudagin eru útsettar enn einaferð.
Tað boðar Oscar Academy frá, sambært tíðindastovuni Reuters.
Tey tilnevndu til ársins virðislønarhandan skuldu upprunaliga verið kunngjørd fríggjadagin 17. januar, og vórðu síðani útsett tveir dagar til sunnudagin 19. januar.
Við nýggju útsetingini verða tilnevndu væntandi kunngjørd 23. januar.
- Vegna áhaldandi eldsbrunarnar í og kring Los Angeles hava vit verið noydd at leingja atkvøðufreistina og flyta dagin fyri kunngerðini av tilnevndunum fram fyri at geva limum okkara eyka tíð, sigur stjórin í akademiinum, Bill. Kramer, og forkvinnan á akademiinum, Janet Yang, í eini fráboðan.
Enn eru tó ongar fráboðanir um, at sjálv virðislønarhandanin er útsett.
Um alt gongur sum ætlað, verða Oscarvirðislønirnar handaðar fyri 97. ferð í Los Angeles í Kalifornia 2. mars.
Býurin og økini rundan um hava verið rakt av skógareldum í seks dagar, og hvassur vindur er á veg, sum kann geva loganum nýtt lív.
Í minsta lagi 24 fólk hava latið lív, túsundtals heim eru oyðiløgd, og fleiri enn 150.000 fólk hava noyðst at fara úr húsum sínum.
Eldarnir hava rakt ríku grannaløgini Pacific Palisades og Malibu, umframt Hollywood Hills og Altadena norðan fyri býin.
Bæði kendir amerikanarar og fleiri vanligir íbúgvar hava sæð hús síni brenna í grund.
Eldarnir hava órógvað fleiri tiltøk í Hollywood júst sum virðislønartíðin er byrjað.
Critics Choice Awards seinasta vikuskiftið er útsett orsakað av stóru eldunum.
Framleiðslan í sjónvarpssendingum sum "Jimmy Kimmel Live" og "Grey's Anatomy" mátti steðgast mikudagin, og fleiri filmsfrumsýningar eru avlýstar.
/Ritzau/