Virðislønirnar, sum vóru ætlaðar handanini í ár, blivu burtur undir flutninginum. Fyrr í vikuni vórðu tær funnar aftur í Koreatown í Los Angeles. Løgreglan sigur, at tað vóru tveir starvsmenn hjá flutningsfelagnum Roadway Express, sum stóðu fyri stuldrinum. Teir væntaðu, at teir fóru at fáa pengar burtur úr stuldrinum, men soleiðis gekk ikki.
Onkrar av virðirslønunum vóru so illa farnar, at tær máttu skiftast út við nýggjar.