Ósamdir um pengar fra Sea Shepherd

Brandur Sandoy noktar blankt at leiga síni summarhús út til Sea Shepherd. Bogi Andreasen ger tað fegin

Fyri tað um teir eru fólkafloksmenn, so nýtast teir ikki at vera samdir. Og tað eru teir heldur ikki, báðir varaløgtingsmenninir hjá Fólkaflokkinum, Brandur Sandoy, sum er fastur varamaður hjá Fólkaflokkinum í løgtinginum, Bogi Andreasen, sum er næstur á listanum og tann fyrsti, sum tekur sæti, um tað berst einum av teimum átta valdu fólkafloksfólkunum á tingi frá at møta.

 

Báðir eiga teir summarhús á Sandoynni – og báðir hava fingið tilboð um at leiga út summarhús til Sea Shepherd. Brandur Sandoy sigur kortanei at leiga út til Sea Shepherd:

 

– Alt er ikki til sølu, og tá tað ræður um hesi fólk, sum vilja okkum og okkara mentanararvi ilt, eiga føroyingar at standa saman móti hesi hóttan uttanífrá, sigur borgarstjórin í Sands kommunu.

 

Men tað sama er ikki galdandi fyri floksfelagan í Havn, Boga Andreasen, tí hann leigar fegin út til Sea Shepherd:

 

– Eg havi einki ímóti at leiga teimum húsini, segði Bogi Andreasen við info fyri júst einum mánaði síðani.

 

Hann segði víðarii, at øll eru vælkomin at leiga frá sær, eisini Sea Shepherd, sum leigar summarhúsini hjá Boga Andreasen og konuni í Skálavík.

 

– Tað er eisini ein fíggjarligur spurningur at leiga húsini út, og har eru øll vælkomin, eisini Sea Shepherd.

 

Sostatt kann staðfestast at diamentralir mótsetningar eru millum sjónarmiðini hjá nummar 12 og nummar 13 á fólkaflokslistanum. Tí meðan alt ikki er til sølu hjá Brandi Sandoy, so er alt til sølu hjá Boga Andreasen. So er spurningurin, hvør teirra er meira fólkafloksmaður – ella hvør teirra hevur hægri moral. Mótsetningar kunnu vera millum moral og pengar, tað er so mangan sjón fyri søgn...