Osama bin Laden deyður

Terrorleiðarin, Osama bin Laden, er deyður, eftir at amerikanskir hermenn lupu á húsini hjá bin Laden í einum forstaði til Islamabad mánanáttina. Saudiarabiski al-Qaeda leiðarin hevur í mánaðir búð við familju síni í býnum Abbottabad, bert 100 metrar frá einum pakistanskum hernaðarakademii.

Ein upptøka frá sv-støðini Geo TV vísir,, hvussu villa?in hjá bin Laden fer upp í royk, eftir at fýra tyrlur við amerikanskum serstyrkjum loypa á.

Osama varð raktur av minst einum skoti í høvdið, siga amerikanskir myndugleikar.

Umframt bin Laden vórðu eisini ein sonur, tveir bodyguards og ein kvinna dripin í álopinum.

Eygnavitnir siga, at ein av teimum fýra tyrlunum varð skotin niður, men Obama, forseti, segði í røðu í nátt, at eingin amerikanskur hermaður fekk skaða.