Fleiri næmingar í skúlanum flokkaðust um løgreglumenninar, tá ið teir komu eftir gongini í ovaru hædd. Ein fittur, smidligur næmingur í 2. flokki fekk eygað á politistarnar. Hann stevndi beint imóti teimum við víðopnum eygum og spurdi: "Eru tit komnir at leita eftir Osama Bin Laden?" Hetta ljóðaði bæði fitt og skemtiligt. Politistarnir smíltust, og lítli, fitti drongurin smírdist, og meldurin um Osama Bin Ladin í huga hansara gjørdist kanska upp aftur fløktari, tí at løgreglan var ikki komin at leita eftir Osama Bin Laden, men at greiða næmingum í 8. flokki frá harðskapi manna millum.
Íslendingar siga, at maðurin skapar tíðina, og tíðin skapar mannin. Hvør hevur ment og myndað mannin Osama Bin Laden?
Faðirin
Pápi hansara var úr suður Yemen - úr Hadramaut landspartinum. Hann dugdi hvørki at lesa ella at skriva, men hann var íðin og arbeiðssamur. Muhammad Bin Laden hoyrdi til wahabbi-trúarbólkin, sum í sinn og skinn, verumáta og atferð er tann islamiski bólkurin, ið liggur longst til høgru í hesum átrúna. Limirnir sóu tað ónda í øllum tí nðggja. Tað, sum var tað berandi í lívinum, var tann ævigi boðskapurin, sum skrivað varð um í Koranini. Hetta var trúgvin, ið gamli Mohammad Bin Laden tók við sær, tá ið hann fór heimanífrá til havnabðin Jeddah. Her komu nógvir muslimar í land á veg til Mekka sum pílagrímar, og var Muhammad í hesum bði eina tíð sum íðin klæðseksdrongur hjá hesum pílagrímum.
Tá ið hann var vorðin millarderur, setti hann leðurtaskuna frá hadramaut í eitt glasbúður í glæstriborgini hjá sær, og vísti stoltur taskuna fram og talaði errin um fortíð sína. Hann var komin úr einum av teimum fátækastu økinum í heiminum, hevði arbeitt sum klæðseksdrongur í fimmti hitastigum í Jeddah og var vorðin næst ríkasti Maður í Saudi Arabia. Bara kongur var ríkari. Teir flestu bygningarnir, ið kongurin í Saudi Arabia læt byggja, vórðu bygdir av byggifelagnum, sum Muhhamad Bin Laden átti. Tá ið gamli Bin Laden kom til Riyadh, var bðurin bert átta ferkilometrar til víddar, og 1999 var økið voksið til 1600 ferkilometrar og fleiri av hesum bygningum hevði Muhammad Bin Laden bygt. Í Yemen høvdu forfedrar hansara bygt bygningar úr sólbrendum leiðri, sum í verkfrøði vóru høgt í metum. Bygningarnir kundu vera í 15 hæddum og fleri hundrað ára gamlir. Hetta snildi hevur Osama havt við sær heimanífrá. Kongafamiljan var honum ein hollur vinur, og tí fekk hann tey flestu byggiarbeiðini hjá kongafamiljuni. Hetta er ein loynidómur til ríkidømið hjá Osama Bin Laden.
Familjan hjá Osama Bin Laden
Tíggju ára gamal í 1968 verður Osama bin Laden faðirloysingur. Faðirin fert í eini tyrluvanlukku og sigst, at Faisal kongur skuldi gráta, tá ið hesi ófrættatíðindi bórust. Mamman var úr Sðria, og æt Alia. Hon var ein av konunum hjá Muhammad Bin Laden og sera vøkur, men Muhammad skiltist frá henn. Hann fekk bert Osama Bin Laden við hesi konu. Osama hevði 23 aðrar brøður, og var tað eitt sindur torført hjá honum at vera saman við teimum. Teir, sum høvdu somu mammu, hildu saman. Hann var einasti sonur móðir sína og hevði bara hana at halda seg til. Upprunaliga var hon ikki wahabbi-muslimur. Hon var úr Syria og ikki saudi arabi, og sostatt var hon ein kvinna, ið hoyrdi til ein lægri stætt. Brøður Osama umtalaðu hann sum trælakvinnu-sonurin, tí mamman var ein trælkvinna. Hansara viðkvæma sál, hevur óivað tikið sær tykni av hesum, og troyst hevur hann funnið í bøn og at lesa úr Koranini. Einki løgið í tí.
Tann inntonkti Osama Bin Laden
Ilt er at vera bæði tykkin og fátækur, men ikki kunnu vit siga hetta um Osama Bin Laden, men kunnu vit siga: Ilt er at vera bæði tykkin og ríkur? Ja, hvør veit? Eingin ivi er um, at Osama hevur kent seg einsamallan í hesi múgvandi familju, hóast konur Muhammads høvdu sínar egnu íbúðir í glæstriborgum hansara. Ikki var hetta ríkidømi, sum kom at geva honum tað andaligu førningin. Nálareygað, hann skuldi ígjøgnum, var at finna í Koranini. Ríkidømið vóru bert lummaknívar í ymiskum støddum, hann tók fram og nýtti til at fremja islamisku, funda-mentalistisku læruna. Hann helt lítið um saudi arabisku kongafamiljuna, sum var verndari av halgidómunum í Mekka og Medina, hóast kongafamiljan hevði gjørt tað, at faðir hansara gjørdist ein múgvandi maður. Kongafamilja taldi í hundraðtali av fólki, sum høvdu ymsar serstøður og nutu gott av ríkidøminum, sum familjan átti. Mutur og muturspilla eyðkendu familjuna, sum ríkidømi ofta elvir til.
Osama hugsaði tíðum um faðir sín, sum var ein rætttrúgvandi wahabbi-muslimur. Hann tók faðirsins einkla, átrúnarliga verumáta til sín og minntist orð faðir síns, tá ið ein kenningur ynskti honum til lukku við øllum synunum, og spurdi hann, um teir allir skuldu eiga part í familjufyritøkuni? Muhammad svaraði:" Hevði bert ein av teimum brúkt lív sítt til at berjast ímóti fíggindum Allahs." Faðirsins orð mólu í heysi hansara í áravís. Hann goymdi at teimum. Hansara átrúnarliga tykni og æviga langtan eftir sonnum virðum, sum bert funnust í Koranini, gjørdu hann til ein sannan, stillføran og rætttrúgvandi muslim.
Eftir at Osama hevði fylt 9 ár, var hann ikki nógv saman við móðir síni. Siðvenjan er tann, at børn, ið hava múgvandi foreldur, fara í skúlar fjart fra mammuni og verða uppald av mannligum lærarum. Osama gekk í vælkenda skúlanum Al-Tagh í Jeddah, har lærarin í enskum minnist hann sum ein stillføran, kurtisligan næming við stórum sjálvsáliti.
Átrúnaður hevði hansara stórsta áhuga. Hann gekk fyri seg sjálvan og hevur verið einsligur í sínum tonkum um lív og deyða. Tá ið hann var fjúrtan ára gamal, gekk hann eina tíð á málskúla í Oxford. Onkur, sum kom í samband við hann her, segði hann verða stillføran, inntonktan og kurtisligan. Hetta er skotsmálið hann fær, meðan hann gongur í sínum hugaheimi sum tannáringur í Bretlandi. Ein sponsk genta segði, sum hann tosaði við á eini útferð, at hann var keddur av at hava so nógvar brøður, og at mamman bert hevði tign sum ein "konkubina". Osama Bin Laden fær sama skoðsmáli um lyndi, verumáta og atferð frá teimum, sum koma í samband við hann.
Holdið er veikt?. og Osama lat seg freista. Hann var ikki øðrvísi enn allir aðrir múgvandi ungdómar í Saudi Arabia. Fleyg til Beirut og fekk sær ein smakk av tí søta lívinum í hesum býi. Náttarlívið lokkaði. Hann bar orð fyri ikki at føra seg fram í Beirut, sum sømdi seg einum ríkum, ungum manni úr Saudi Arabia. Familjan var illa við av atferð og ólevnað hansara . - Sonur eina trælkvinnu skuldi heldur læra seg rættan hugburð og livihátt til æru fyri familju, vinur og kenningar. Tað er ilt at siga, um ikki her var ein sálarknútur, sum brast, og stóð Osama á veraldar víðaveingi, á berajóli og stríddist við seg sjálvan . Hetta er ikki eindømi fyri ein slíkan knark sum Osama, men eitt ótal av ungdómum hava staðið, sum hann og valt. Ikki fekk heimsins dramblæti fastatøkur á honum, men leiðin bleiv ein onnur.
Seytjan ára gamal giftist hann, og fór undir at lesa fíggjarfrøði á lærda háskúlanum King Abdul Aziz í Jeddah. Hann var ein vakur unglingi. Ein tríalingur við droymandi eygum, ið bóru boð um ein ungan mann, sum var í døpurhuga um tilveruna í tí arabiska heiminum, um islam og læru tess, í alheiminum og tí dagliga.
Borgarakríggið í Beirut, Kong Faisal myrdur, Ayatollah Khommeiny og Afghanistan
Vit løgdu út við at siga, at maðurin skapar tíðina, og tíðin skapar mannin. Osama hevði arvað tvær milliardir frá faðir sínum. Hann var múgvandi, og kundi keypa seg fram til alt her í lívinum, men á lærda háskúlanum, hann gekk á, var ein maður, sum æt Abdallah Azzam, sum talaði um Jihad, heilagt kríggj, fyri at reka tey vantrúgvandi út úr teimum muslimsku londunum. Osama lýddi á hesa talu og gjørdist sanførdur um sína trúgv, og at læran um Muhammed var tann rætta, og hon skuldi savna allar muslimar í heiminum undir eina leiðslu - kosta, hvat tað kosta vcildi. Hann varð vaktur!
Borgarkríggið í Libanon brast á í 1975, og øll tey syndafullu støðini í Beirut vórðu fóru í sor. Hetta uppfataðu teir rætttrúgvandi muslimarnir soleiðis, at tað var Allah, sum revsaði bðin fyri sítt slettuta lív. Osama bleiv fastari í síni islamsku trúgv og vildi ikki hoyra orðið gitið um at fara uttanlands at lesa eins og brøður hansara. Ein av teimum, Abdelaziz, minnist hann frá hesi tíð sum "ein drong, ið altíð bað og las í Koranini- hini heilagu Skriftini ".
Teir nýggju tankarnir um ta islamittisku læruna í heimshøpi, bergtók Osama Bin Laden. 1975 var Faisal kongur myrdur av einum sálarliga sjúkum skyldmanni, sum hevði verið nógv í Amerika. Teir lærdu søgdu, at hansara vesturlendski hugburður og ávirkanin úr Amerika, hevði fingið hann at drepa kongin.
1979 varð shaurin í Iran settur frá, og Ayatollah Khomeiny vendi heim aftur at vera leiðari í einum islamiskum ríki. Hetta hendi í februar, og í mars mánaði gjørdu Ísrael og Egyptaland friðaravtalu. Tá ið hetta hendi, hekk skúlvurin á teimum rætttrúgvandi muslimunum (wahabbi muslimunum) lágt yvir tindar og skørð í tí muslimska heiminum. Í novembur sama ár hersettu hernaðarligir muslimar moskuna í Mekka. Osama Bin Laden tók undir við hesi hertøku og brúkti orð sum t. d. "Teir eru sannir muslimar og ganga á sannleikans vegi."
Osama Bin Laden var illa við og gjørdist ikki sørt sinnisrørdur, tá ið tað frættist, at kongaliga vápnaða hirðin bardi av hesar hernarligu muslimar, og fleiri hundrað lótu lív.
26. desember 1979 annan jóladag fóru russiskar herdeildir inn í Afghanistan. Guðloysingar vóru nú á muslimskari jørð og royndu at kúga eina islamiska tjóð. Hetta var ovboðið! Nú fleyt bikari yvir, og Osama Bin Laden stakk í sekkin og fór til Afghanistan at berjast ímóti vantrúgvandi russum.
Hetta er eitt sindur av tí, ið hevur myndað Osama Bin Laden. Lítli drongurin, ið gekk eftir gongini í Fuglafjarðar skúla og hevði ein spurning til løgreglumenninar, fekk meg at hugsa um, hvør er hesin sveinurin, Osama Bin Laden? Hetta er ein lítil vangamynd av honum, og vil tú vita meira, er nógv at finna á alnótini og ein góð bók at lesa, er bókin, sum Sjak Svendstorp hevur skrivað, um Osama Bin Laden.