Orsaka, eg eri føroyingur!

Tíðargrein:

Greinina niðanfyri skrivaði Josefina Smith, sum býr í Korsør, fyri einum tveimum árum síðan mest sum í sinnisrørslu um eitt álop afturat á “teir norðuratlantisku barbararnar”, ein kampanja á Ekstrablaðs-stigi, har fólk kundu atkvøða um, hvørt grindadráp skuldi verða bannað ella ikki. Greinin hevur ligið sum kladda í telduni, men nú kyknar sinnisrørslan uppaftur, bæði tí, at danskir politikarar hava kúvent og djóravælferð yvirhøvur, herímillum tað vamlisliga uppskotið hjá Danska Fólkaflokkinum, setir djór yvir vælferðina hjá fólki, sigur hon.

Hugleiðingarnar eru kensluløddar, men hetta er eisini eitt viðbrekið mál hjá føroyingum. Josefina heldur tað vera ov vánaligt, at vit føroyingar altíð avmarka okkara verju móti okkara barbar-image til eitt lítið pipp viðhvørt um, at grindahvalurin er ikki eitt hótt slag. Tað býr so nógv meiri undir.

Josefina Smith hevur búð í Danmark í meira enn 30 ár, arbeitt í ferðavinnuni í líka so mong ár og ferðast um alla verðina. Tað umframt uppvøksturin heima í Føroyum hevur givið henni eina serstaka fatan av aðrari mentan og siðaarvi. Tað er hetta innlit, hon sóknast eftir bæði hjá Greenpeace, Paul McCartney og mongum øðrum.

 

 

Orsaka, eg eri føroyingur!

 

Forargaðir danskarar spyrja meg um hvalaveiðu. Eg eri ein skomm fyri tjóðina, tí eg drepi hval ... tað er ikki pent at hýsa slíkum barbarum undir teirri felags trónuni. Alt skal tykjast so vakurt fyri umheiminum, tað er bara spell, at føroyingar ikki duga at halda seg frá hvalunum ella um ikki annað so reisa nøkur sláturhús framvið strondini, har alt kundi verið beint burtur, og eingin sá blóðið og teir villu innføddu. Tvøstið kundi komið út í smáum, fínum pakkum beinleiðis í frystaran. Tað hevði sæð betur út.

Hvalaveiðan er javnan “dagsins evni”. Ein verður kløkkur av at skula hoyra, hvat fólk, sum ikki hava kannað málið yvirhøvur, siga, og hvussu tey brádliga vita alt um føroyskt grindadráp. Tey tosa um hvalaveiðu – at veiða hval. Tað er ikki talan um veiðu. Tað eitur grindadráp. Føroyingar fara ikki út á tað stóra havið og jagstra hvalirnar inn móti landi. Teir fáu grindahvalirnir, vit tosa um, leita sær sjálvir inn í firðirnar, og ikki fyrr enn her verða teir riknir inn at strondini – nú á døgum sambært eini kvotuskipan. Viðhvørt fara hvalirnir heilt upp á turt av sær sjálvum; eingin veit hví. Í USA hava vælmeint umhvørvisfólk roynt at reka strandaðan hval út aftur á opið hav. Tey hava hildið lív í teimum við at veita vatn útá teir inni við sjóarmálan og roynt at sleipa teir út við ketum og ómetaliga stórum kranum. Tað lukkast ikki hvørja ferð, og hvalirnir doyggja. Tað hevði verið humanari at givið teimum banahøggið alt fyri eitt. Tað hevur verið syrgt fyri landsumfatandi fjølmiðlatænastu. Kenslurnar hjá fólki kóka yvir, tað verður tikið framum alt annað so sum píning, harðskap og morð móti menniskjum, misbrúktum børnum, illgerðunum hjá sinnissjúkum religiøsum fanatikarum. Soleiðis kóka kenslurnar yvir í dupultmoralsins heilaga navni.

Føroyingar duga ivaleyst best í øllum heiminum at handfara grindadrápið. Teir hava fleiri hundraðára royndir. Eftirlitið við drápinum hevur verið so neyvt, at hvør tann einasti hvalur er taldur og skrásettur síðan 1500-talið. Tað fær eingin veiðumaður í verðini gjørt, sama hvat veiðuhátt hann nýtir.

Paul Watson er ein lygnari, tá ið hann billar umheiminum inn, at hvalirnir pínist illa, áðrenn hann doyr. Tað ber nú einaferð ikki til at fanga hvalin við hjóli og flugu og leggja hann á eitt skeribretti og handfara hann a´la franskan beuf. Tað er sjálvsagt, at havið verður reyðlitt at blóði, tað eru jú stór dýr. Hvalurin verður dripin skjótt og væl. Hann doyr innan 25 sekund. Longdin á tí serliga grindaknívinum er neyvt skapaður til. Tann ekki, sum Watson hevur fyri hvalinum, ið sambært honum spjálkar av pínu, er ógrundaður. Hanin rennur eisini runt við ongum høvdi, og reyðsprøkan spraklar víðari á pannuni. Tað sigur seg sjálvt, at refleksini hjá hvalinum virka ógvislig.

Paul Watson hevur einki gott í kvittanum. Tað er reinur fjølmiðlaleikur. Hann hevur keypt sær skip í Norra gjøgnum ein millumkeypara, og norðenn vóru ógvuliga harmir, tá ið teir frættu, hvat skipið skuldi brúkast til. Slíkir aktivistar øsa “løtt offur”, her kenslurnar fyri teimum tittu dýrunum verða misbrúktar í staðin fyri at upplýsa við skynsemi. Á alnetinum kann almenningurin atkvøða fyri og ímóti grindadrápi. Tey løttu “ofrini” seta kross við “átti at verið bannað”. Tey halda við myndini av nógvum blóði í huga, at føroyingar eiga at liva við ongum tvøsti. Tað er neyvan eitt tað einasta av hesum fólkum, ið vita, at Føroyar fyri fáum áratíggjum síðan vóru nummar tvey í heiminum við tí føðsluríkasta kostinum. Ja, tað er nettupp kostur og føðsla, vit tosa um her. Fremmand fólk vilja ráða yvir okkara kostvanum. Tey spyrja, hvat vit vilja við hvalatvøsti í 21. øld, tá ið nú “sivilisatiónin” hevur borið okkum pizza og svínahakkikjøt og reyðar pylsur. Frystiboksirnar í stórhandlunum eru á tremur við “siviliseraðum” mati av ógreiniligum uppruna, pumpað upp og fylt við vit-vita-ikki-hvørjum og pent pakkað inn í plast, so at tað ikki dálkar. Hvussu “fínt” er tað at eta Foie Gras við silvurbestikki og spílaðum lítlafingri, tá ið ein hugsar um, hvussu hesin dýrabari matur varð til? Gævi tey fingu tað í hálsin, sum tey neyðars upphavsdýrini fáa tað! At forbjóða føroyingum at eta tvøst hevði verið tað sama sum at vit tóku rísið frá kinesarum, fruktina frá sunnanfólki og grønmeti frá danskarum.

Fáa natúrfólk brádlilga fremmand evnir í staðin fyri sín gerandiskost, verða tey sjúk. Bananir og grønkál eru ivaleyst góður matur – bara tey ikki eru sprænd við eitri – men tað hevur aldrin verið grøði hvørki í Grønlandi ella í Føroyum. Í sólini í suðurlondum eta fólk appilsinir og salatbløð. Varð tað tikið frá teimum, og tey vórðu tvingað til at eta ráa kópalivur í staðin, høvdu TEY verði sjúk, tey eru ikki lagað eftir tí forminum fyri føðslu. So einfalt er tað.

Síðan “sivilisatiónin” kom hava tilburðirnir av álvarsligum sjúkum vundið upp á seg í Føroyum.

Tað er ein endurtøka av Brigitte Bardot og tí yndiga triksbílatinum av nósanum! í eini desperatari roynd at koma í almannaeygur aftur, eftir at vænleikin var følnaður og ikki seldi í sjálvum sær, trein hon fram sum frelsunareingilin hjá nósanum og ávirkaði tilverugrundarlagið hjá einum natúrfólki. Uttan at hugsa um, at natúrfólk í áratúsundur byggja upp sín føðslutørv eftir tí, sum nettupp teirra natúr ber teimum av mati. Hvat vita Brigitte Bardot og onnur víðagitin fólk sum til dømis poppmusikarar um matarhald hjá natúrfólki? Tey gera “eitt ella annað” umhvørvismál til sína stórsak til tess at vinna heimsins samhuga, so at verðin gloymir teirra grunnskygni. Fleiri teirra ána ikki, hvat tað er, tey “stuðla”, og tey eru teimum meiri at skaða enn gagni.

Vit eru uppvaksin við grindadrápi, eins og vit sum børn hugdu at, meðan lombini vórðu flett, og fuglurin varð kiptur. Misskiltur eymleiki nyttar einki hjá teimum, ið eru uppvaksin í eini ómildari natúr. Í Danmark og øðrum londum vita børnini nóg illa, hvaðani tær reyðu pylsurnar, hamburgararnir og høsnarungalørini koma. Alt kemur frá deyðum djórum – og tey eru vónandi ikki sjálvdeyð – við einum sindri av hvørjum útí og einum litstroyggi, ið fær alt at síggja so pent út. Hvat lív hava hesi dýr livað, áðrenn tey vórðu dripin og tilgjørd til frystaran. Ikki so gott lív sum okkara fuglur, seyður og hvalur. Skulu vit gevast við at drepa dýr, tí tey eru so søt og fitt? Ella tí tey eru intelligent? Svínið sigst vera eitt av heimsins gløggastu dýrum. Hvør nístir meira enn ein strongdur grísur – og hvussu ringt hevur ein alisúgv tað ikki av sínum legusárum, tá ið hon ikki longur fær reist seg úr sínum bóli, tíansheldur rørt seg – men hvussu so víkir og vendir aftur og aftur verður kvigin? Hví eta fólk djóratjógv uttan at gráta um tey dárandi dádýraeyguni. Ella fitt smálomb. Hvat við samvitskuni fyri teimum elskiligu, smáu høsnarungunum, ið eru kryplaðir av vakstrarhormonum í búrhøsnastøðini í sínum vesaliga – tíbetur fyri teir stutta lívi. Lastbilafylgir við kálvum, ið verða fluttir livandi, samanstúgvaðir í beinleiðis stresstorturi úr Danmark til Hollands til tess at nøkta brúkararnar. Svínaflutningur og ditto rossaflutningur, har tey ikki halda tað vera neyðugt at geva teimum neyðars dýrunum ein vatndropa – tey skulu doyggja skjótt kortini, og tíð er pengar.

Tala her um djórapínslu so tað munar. So skal ein finna seg í lesarabrøvum frá danskarum, ið sum turistar í nettupp Hollandi verða spurdir um, hvat tað er fyri eitt merkiligt land, teir eru í ríkisfelagsskapi við, har tey drepa hval. Ja, hugsið tykkum, teir neyðars turistarnir eru forskammaðir av hvalaveiðuni hjá føroyingum; “det er jo primitivt og hører ikke hjemme i nutiden - de kan bare købe den mad, de har brug for".

Nei, føroyingar eru ikki barbarar. Okkara dýr liva frítt og uttan stress. Vit drepa ikki hval til stuttleika og aldrin við vinnuligum endamáli. Grindin, ið kemur framvið firðum okkara, hevur í allar tíðir verið mett sum Guds gáva til okkara fólk sum eitt kærkomið og neyðugt ískoyti til tann mat, sum fjallið og havið annars góvu í einum avbyrgdum samfelag. Spikið (meirómettaður fiti) var týdningarmesta vitaminkelda í øldir. Vit fingu teir spikbitar, ið samsvaraðu okkara aldri, fimm ár javnt við fimm spikbitar á ein rugbreyðbita. Siðurin við at býta úrdráttin frá grindadrápinum til hvørt einasta húskið í bygdini var tann mest einastandandi sosiala skipanin, ið var til. Tá ið eg var smágenta gingu grindamenninir hús úr húsi og vissaðu sær, hvussu mong hoyrdu til húskið, og vóru gestir har, vórðu teir taldir við.

Tann viðferð, onnur bjóða sínum djórum – bara við vinnuligum endamáli – er barbarisk djórapínsla. Tað er syrgiligt at síggja, hvussu hesi dýr liva, áðrenn tey verða dripin. Har er tað bara nøgdin, ið telur. Paul Watson ella aðrir útlendingar eiga ikki at stýra okkara matvanum. Teir áttu heldur at hugsa um dálkingina av høvunum, ið oyðileggur bæði hvalatvøst og annað úr havinum. Heilt skjótt sleppa teir frá at stúra fyri havsins ríkidømi. Hvalurin er so fullur av kviksilvuri og skitti frá tí siviliseraða ídnaðinum, at hann og hansara beggjatrællir fáa sín vilja, tá ið tvøstið ikki er etandi longur. Innan ta tíð man tað vera funnin onkur mannagongd til at beina burtur strandaðan hval. Tað eru dálkingin og aðrar manngjørdar vanlukkur, ið oyðileggja ymsan djórastovn og forða føðiketuni í at virka, sum hon eigur. Vit vita, at vit tí eru noydd at venja okkum við nýggjar orkukeldur, ið verða fluttar inn uttanífrá. Og áðrenn vit eftir fleiri ættarlið hava vant okkum við øðrvísi føðslu, vinda krabbamein og aðrar álvarsligar sjúkur upp á seg í Føroyum.