Orsaka

- Eg fekk eitt spark á nøsina, tá eg fór eftir einum bólti, og tað var tí, eg varð liggjandi uttan fyri vøllin so leingi. Tað bløddi nakað illa, og tí tók tað sína tíð at koma fyri seg.

Soleiðis sigur Óli Johannesen um snuddin, sum sendi føroyska liðskiparan í gólvið bert fáar minuttir inn í dystinum móti Skotlandi. Efitr átta minuttir kom hann tó aftur á vøllinum, men sjálvur var Óli skjótur at staðfesta, at hetta var betri ógjørt.

- Eg var púra vísur í, at eg var klárur at fara innaftur. Men eg kann bara staðfesta, at tað var eg ikki. Tað kostar okkum eisini fyrsta málið, og eg havi ikki orð fyri, hvussu keddur eg eri um hetta.

Men tá talan er um landsdyst, so er tað kanska trupult at góðtaka, at tú verður skaddur somikið tíðliga í dystinum?

- Sjálvandi. Tú vilt inn aftur á vøllin fyri mest sum ein og hvøn prís. Men eg kann bara staðfesta, at tað skuldi eg ikki gjørt í hesum førinum. Tí annars kundi úrslitið væl verið øðrvísi.