Fyri 13 mánaðum síðani gekk sáttmálin hjá pedagogunum út, og ein nýggjur sáttmáli skal gerast. Men hetta er lættari sagt enn gjørt, og í gjár endaði enn ein semingsroynd millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Føroya Pedagogfelag hinumegin uttan úrslit.
Í tíðindaskrivi sigur Føroya Pedagogfelag, at høvuðsorsøkirnar til, at samráðingarnar eru steðgaðar eru, at í hesum sáttmálaskeiðinum varð dagstovnalógin broytt soleiðis, at børn við serligum tørvi skulu hava pláss á dagstovnum á jøvnum føti við onnur børn. Hesi børn hava frammanundan havt hvør sín stuðul. Føroya Pedagogfelag heldur seg kunna ávísa, at henda broyting setir munandi økt krøv og økta ábyrgd til starvsfólk á stovnunum, og at hesi eiga tí heilt natúrliga sømdir samsvarandi øktu ábyrgd og krøvunum. Men hesum er semja altso ikki um.
Tænastumenn ella ikki
Í tíðindaskrivi, sum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava latið sent út verður staðfest, at tað einasta sum skilir partarnar í løtuni, er spurningurin um í framtíðini at seta pedagogar í tænastumannastørv.
Sum er, eru allir pedagogar innan serstovnaøkið, settir sum tænastumenn, men Fíggjarmálaráðið vil avtaka tænastumannastørvini. Fíggjarmálaráðið sigur í sínum tíðindaskrivi um orsøkirnar til samráðingarslitið, at spurningurin um tænastumannasettar pedagogar er als ikki so týðandi, sum Pedagogfelagið roynir at gera hann til.
– Vanliga fatanin er, at tænastumannaskipanin er stirvin, kostnaðarmikil og ótíðarhóskandi. Á flestu økjum hjá tí almenna verður tí farið burtur frá at seta tænastumenn í starv, og tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir, millum annað størri smidligheit í starvssetanum, vísir Fíggjarmálaráðið á í tíðindaskrivi.
Hetta er eisini meginorsøkin til, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið síggja tað sum eina náttúrliga gongd, at frameftir skulu ikki fleiri tænastumannastørv mannast á sáttmálaøkinum hjá pedagogum. Verandi tænastumannasettu pedagogar varðveita tó síni sáttmálaviðurskifti sum higartil.
Pedagogfelagið vísir á, at tað ikki ber til at avtaka tænastumannastørvini í óðum verki, sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum, men teir mæla heldur til, at tað verður settur ein arbeiðsbólkur at útgreina hvussu hetta kann gerast, og hvørjar fylgjur tað kann fáa fyri starvsfólk, búfólk og stovnar.
3-ára sáttmáli
Føroya Pedagogfelag er heldur ikki samt við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um, at tað bara er spurningurin um tænastumannastørvini, sum er knútapunktið í hesum máli.
– Uppundir sjálva semingsroyndini kom fram krav um 3-ára sáttmála. Hetta hevur als ikki verið upp á tal frammanundan, og kann Pedagogfelagið tí ikki góðtaka tað. At leggja mál, sum als ikki hava verið umrødd áður, fram undir sjálvari semingsroyndini, er alt annað enn góður semingssiður.
– Skiftandi og í mongum førum ógreiðu útmeldingarnar frá FMR og KAF hava ikki gjørt samráðingarnar lættari, men heldur gruggað tær so mikið til, at partarnir nú fóru hvør til sín, er seinasta staðfestingin í tíðindaskrivinum frá Føroya Pedagogfelag.
Í sínum tíðindaskrivi slær Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fast, at tað er Pedagogfelagið, sum hevur valt at slíta samráðingarnar, men teir leggja stóran dent á, at einki verkbann var lýst, tá tíðindaskrivið var sent út, og tí var eingin pedagogur sendur til hús orsakað av samráðingarslitinum í gjár.









