Orsøkin liggur helst fleiri ára gomul

Hóast Sosialurin fyrr í vikuni spurdi seg fyri í danska undirvísingarmálaráðnum um orsøkina til, at føroyingar hava mist síni pláss á Danmarks Journalisthøjskole, hevur tað enn ikki eydnast ráðnum at koma við nøkrum endaligum svari


FJØLMIÐLAR

 
 
Herfyri frættist, at føroyingar hava mist tey bæði plássini, sum føroyingar higartil hava átt á Danmarks Journalisthøjskole í Århus. Orsøkin segðist at vera tann, at danska undirvísingarmálaráðið metti tað vera skeivt at geva føroyingum serrættindi, og at føroyingar skulu verða javnsettir við aðrar sonevndar etniskar minnilutar. Hetta frættist av Journalistháskúlanum.
Sosialurin hevur sett seg í samband við danska undirvísingarmálaráðið og spurt, hvørjar orsøkirnar vóru til avgerðina, og hvør hevur tikið avgerðina.
Thomas Lyng Johannessen á skrivstovuni í Undirvísingarmálaráðnum, sum varðar av vinnuútbúgvingum, sigur, at arbeitt verður við málinum í løtuni við at kanna, nær og hví hendan avgerðin er tikin. Hetta tikist tó ikki at vera so einfalt at finna fram til, tí hóast fólk í Undirvísingarmálaráðnum hava kannað málið tað mesta av hesi vikuni, hevur tað enn ikki eydnast teimum at finna svarið.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Helst gomul kunngerð
 
Thomas Lyng Johannessen sigur, at kjakið, um føroyingar skulu hava eina kvotu á journalistútbúgvingini í Århus er gamalt, og at avgerðin helst skal finnast í einari sonevndari adgangsbekendtgørelse, sum hevur nøkur ár a baki.
Vanliga hava slíkar eina trý ára fráboðanarfreist, tvs. at tað kanska er ein minst trý ára gomul fráboðanarfreist í einari tílíkari kunngerð, sum tí ikki merkist fyrr enn í ár, tá eingin av teimum tólv umsøkjarunum úr Føroyum slapp inn.
Erik Farmann, leiðari í upptøkunevndini á Danmarks Journalisthøjskole, segði fyrr í vikuni við Sosialin, at tann endaliga avgerðin varð tikin í Undirvísingarmálaráðnum, men at tey í upptøkunevndini mæltu til at broyta reglugerðina við tí grundgeving, at føroyingar ikki skulu hava serrættindi fram um aðrar etniskar minnilutar í danska samfelagnum.