Í gjárkvøldið skrivaði Ivan Niclasen, redaktøtur í Kringvarpinum enn eitt lesarabræv, hesaferð varð kanónin rættað móti Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum.
Ivan Niclasen spyr, hvar tíðindaleiðarin var, tá ið hann sum redaktørur roynir at verja trúvirðið hjá stovninum. Les lesarabræv hansara við at trýst á her.
Men Liljan Weihe sigur tað sama, sum hon segði í farnu viku - nevniliga at hon onga viðmerking hevur, meðan hoyringstíðin er. Tá ið Liljan Weihe fekk ætlanarskriv um uppsøgn í farnu viku, fekk hon somuleiðis 14 dagar hoyringsfreist, sum vanligt er.
Sakførarin hjá Liljan Weihe, Sigmund Poulsen sigur tó, at tey hava í hyggju at vísa uppsagnarorsøkunum aftur og at Liljan Weihe skal sleppa til arbeiðis aftur sum tíðindaleiðari.
Somuleiðis hevur Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, sagt við Miðlahúsið, at hann onga viðmerking hevur, meðan hoyringstíðin er.