Órógvaði Rooney við lasaraljósi

Enska fótbóltssambandið kannar nú hendingina, tá áskoðari lýsti við lasaraljósi ímóti Wayne Rooney

Tá Manchester United ígjárakvøldið tapti 1-3 uppá brotssparkskapping í Carling Cup kappingini varð Wayne Rooney órógvaður, tá hann skuldi skjóta brotsspark við málið, har sum 10.000 áskoðarar hjá Middlesbrough sótu og hugdi eftir dystinum á Old Trafford leikvøllinum í Manchester. 

 

Ein áskoðari hjá Middlesbrough lýsti við lasaraljósi ímóti Wayne Rooney, sum myndin eisini sýnir. Hetta varð í løtuni, tá Rooney skuldi skjóta brotssparkið hjá sær, sum hann brendi. 

 

Um lasaraljósi varð orsøkin til brenda brotssparkið hjá Wayne Ronney veit eingin at siga, men enska fótbóltssambandið ætlar sambært blaðnum "The Guardian" at kanna málið, og um tað skal hava avleiðingar fyri áskoðaran.

 

Tveir aðrir spælarar hjá Manchester United, Michael Carrick og Ashley Young brendu eisini síni brotsspørk í brotssparkskappingini, uttan at nakar lýsti á teir báðar við lasara. Middlesbrough møtir Everton í fjórðingsfinaluni í Carling Cup, sum verður leikt í desember.