Órógv í hópinum hjá HB

Hvørki Dan í Soylu ella Pætur Petersen vóru við móti Víkingi

Tá HB sunnudagin var í Gøtu og spældi móti Víkingi var tað uttan Dan í Soylu og Pætur Petersen. Kom Engstrøm, venjari hjá HB, vildi ikki ordliga siga hvat er, men ásannaði at hann hevði valt aðrar spælarar framum.

 

- Viðvíkjandi teimum báðum, so hildu vit at tað vóru aðrir spælarar, sum vóru betri til dystin í dag enn teir vóru. Soleiðis er tað við kappingini um plássini í hópinum, og tað er ikki meir í tí, segði Kim Engstrøm, venjari hjá HB, við FM1 eftir dystin.

 

Dan í Soylu og Pætur Petersen spældu báðir fulan dyst við 1. deild leygardagin. Sermerkt við, at teir ikki vóru við hópinum sunnudagin er, at tað var eitt tómt pláss á bonkinum. Hilmar Leon Jakobsen var heldur ikki við, meðan Daniel Johansen byrjaði inni.

 

- Hilmar Leon Jakobsen er blivin skaddur í vikuni, og viðvíkandi Daniel Johansen, so hildu vit at Ári Mohr Jónsson hevur gjørt tað gott og tí valdu vit hann. Vit hava tveir dugnaligar bakkar í teimum báðum, sigur Kim Engstrøm.

 

HB liggur á triðja plássi við 14 stigum fyri sjey dystir. KÍ liggur nummar eitt við fullum stigatali, sum er 21 stig. KÍ fær komandi tvey umførini vitjan av fyrst Víkingi leygarkvøldið, og so HB í 9. umfari.