Kappróður: 15 ymiskir rógvarar higartil í ár
Um vikuskiftið verður vestanstevna og FM róður. 10-mannafarið hjá Knørrafelagnum, Ormurin Langi, ætlar sær fleiri heiðursmerki í ár. Tað var annars líka við, at báturin ikki bleiv mannaður í ár.
- Tað sá leingi út sum vit fóru bara at verða átta mans, men áðrenn vit vistu av, høvdu vit avlop av rógvarum. Vit tóku tí avgerð um, at skipa tað eins og á øðrum ítróttarliðum, við útskiftingum, sigur 23 ára gamli Rúni Mohr Jónsson, ið er bátsformaður á bátinum.
Í fjør bleiv Ormurin Langi mannaður fyri fyrstu ferð síðani 2009, men árið gjørdist eitt vónbrot.Teir endaðu á einum fjórða plássi og vunnu bert tað eina bronsuheiðursmerki alt árið.
Í ár hevur sæð nakað fragari út. Tað er blivið til eitt bronsu- og eitt silvurheiðursmerki, umframt at róðrarnir hava verið tættir, hóast tað gekk strilti at fáa mannað bátin. Síðani fyrstu stevnu hava teir á Orminum Langa verið 15 ymiskir rógvarar.
- Allir hava ein brennandi hug at blíva betur, og samanhaldið er gott umborð. Vit skifta tí út við tí fyri eyga, at fáa so góða ferð sum gjørligt. Ongin verður blakaður av, men tann útskifti rógvarin veit, at boð kunnu verða eftir honum aftur, sigur Rúni Mohr Jónsson, ið hevur róð í trý ár.
Málið er ein stevnusigur
Rúni Mohr Jónsson letur væl at felagnum, sum hann metur leggur nógv fyri.
- Felagið vísir framsøkni og hevur sett tveir venjarar, umframt at vera hugað at skifta bátin út. Hetta hevur gjørt stóran mun, og er nakað, sum gevur okkum hug og dirvi at rógva fyri felagið, sigur 23 ára gamli bátsformaðurin.
Ormurin Langi bleiv nummar tvey á jóansøku, bert eitt sekund aftanfyri Eysturoying. Áðrenn jóansøku fingu teir tríggjar nýggjar royndari rógvarar umborð.
- Vit hava ein sterkan lunn, men bekkurin hevur bilað hjá okkum. Vónirnar eru góðar til vestanstevnu, og tað hevur gingið væl at venja seinasti vikuna. Vit eru ungir og óroyndir, og av tí sama hava vit verið eitt sindur óstøðugir, men hetta er við at blíva betur, sigur Rúni Mohr Jónsson.
- FM heitið kunnu vit ikki gera nakað við einsamallir. Nú hóskvøldið bleiv ein maður hjá okkum skaddur, men hetta ávirkar okkum ikki, tí vit hava rógvara at seta í staðin. Fokus er á at blíva betri fyri hvørja ferð, og vit ætla okkum heilt sikkurt at vinna onkra stevnu, sigur Rúni Mohr Jónsson.
Ormurin Langi liggur á fjórða plássi í FM stríðinum, eitt stig aftanfyri Drekan Reyða, og tvey stig aftanfyri Havnarbátin á ávíkavist triðja og øðrum plássi.
In.fo fylgir kappróðurinum í morgin.