Ormurin Langi setti tingini uppá pláss

10-mannafør: Klaksvíkingur vann akkurát næstfemsta plássið undna Suåuroyingi, sum eina løtu var fremstur

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið 10-mannaførini settu punktum fyri kappróðurin á vestanstevnu í Sandavági.

Í startinum lógu Ormurin Langi, Suðuroyingur og Klaksvíkingur borð um borð. Í miðróðrinum misti Klaksvíkingur, og tá sá tað eina løtu út til, at Suðuroyingur hevði hug at leggja seg framum Ormin Langa.

Hesir báðir vóru, tá ið tað varð farið undir endaspurtin, rættiliga javnir, meðan Klaksvíkingur var tað mesta av einari bátslongd aftanfyri.

Í endaspurtinum vísti tað seg, at Ormurin Langi var drúgvari enn Suðuroyingur, sum eisini misti sammett við Klaksvíking, ið rann øgiliga væl á síðstu metrunum, tá ið hann vann seg rongina framum Suðuroying.

Hvørki Suðruoyingur ella Klaksvíkingur megnaðu tó at gera nakað við Ormin Langa, sum var skutin undan næsta avbjóðaranum.

Havnarbáturin var akkurát undan Drekanum Reyða í kappingini um at sleppa undan aftasta plássi.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at tað nú skal vilja heilt illa til hjá Orminum Langa, um 10-mannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri ikki skal tryggja sær FM heitið á ólavsøku.

Tað eru fýra stig frá Orminum Langa og aftur til Klaksvíking, sum er tann einasti, ið á pappírinum hevur møguleika at taka FM heitið frá Orminum.

 

1 Ormurin Langi 04.29.34

2 Klaksvíkingur 04.30.40

3 Suðuroyingur 04.31.07

4 Havnarbáturin 04.40.18

5 Drekin Reyði 04.40.23

 

FM støðan

1 Ormurin Langi 40

2 Klaksvíkingur 36

3 Suðuroyingur 32

4 Drekin Reyði 21

4 Havnarbáturin 21