Ormurin Langi er meistari

10-mannafør: Heldur ikki í dag megnaði nakar at gera nakað við meistararnar

Tað var, sum tað hevur verið í alt summar. Ormurin Langi vann kappróðurin millum 10-mannaførini. Ormurin Langi hevur fulla úrtøku, nú tað bara restar at rógva á ólavsøku. Tað eru 13 stig frá Orminum Langa og aftur til Suðuroying, og Ormurin Langi hevur vunnið FM í heilt stórum stíli.

Eingin skalaði Orminum Langa, men fjarstøðan til Suðuroying var ikki so stór, sum hon hevur verið allar ferðirnar síðani á norðoyastevnu, tá ið tað var rættilig kapping um fremsta plássið.

Í fjør vann Ormurin Langi FM. Tá vann hann allar róðrarnar uttan ein. Ormurin Langi vinnur FM í ár. Tað skal vita meiri enn illa til hjá Orminum Langa á ólavsøku, um FM í ár ikki verður vunnið við fullum stigatali.

 

1 Ormurin Langi 4:26.01

2 Suðuroyingur 4:29.37

3 Havnarbáturin 4:33.01

 

FM

1 Ormurin Langi 42

2 Suðuroyingur 29

3 Havnarbáturin 26