Ormurin Langi er í flokki fyri seg

10-mannafør: Havnarbáturin vann sera spennandi kapping um næstfremsta plássið

Eftir jóansøkuróðurin er tað einki, sum bendir á, at tað fer at verða nakar spenningur um fremsta plássið í kappingini millum 10-mannaførini.

Á norðoyastevnu var spenningurin øgiliga stórur. Á sundalagsstevnu vann Ormurin Langi tryggan sigur, og í dag var yvirhøvur eingin ivi.

Ormurin Langi legði seg framum hinar báðar bátarnar beinanvegin. Tá ið málið var hálvrógvið, var Ormurin Langi eina bátslongd undan hinum báðum bátunum, og fram ímóti málinum fór Ormurin Langi einsamallur undan hinum báðum.

Kappingin um næstfremsta plássið var sera spennandi. Suðuroyingar loftaði sær av álvara, eftir at hann eina løtu var væl aftari, men á málinum var hann akkurát ov stuttur at taka Havnarbátin.

 

1 Ormurin Langi 4.24.43

2 Havnarbáturin 4.28.40

3 Suðuroyingur 4.28.44