Tað var eingin slingur í valsinum hjá 10-mannafarinum hjá Knørrafelagnum.
Ormurin og Havnarbáturin kappaðust á fyrru túsund metrunum um fremsta plássið.
Áðrenn teir fóru um túsund metra málið, hevði Ormurin lagt seg á odda, og síðani var tað bara spurningurin, hvussu tryggur sigurin skuldi verða.
Ormurin fór støðugt frá Havnarbátinum, og í endaspurtinum høvdu teir umborð á Orminum hug at gera uppvísning, hóast munurin ikki var meiri enn ein bátslongd.
Nólsoyingurin kom á mál, men hann var ikki við í kappingini um tvey tey fremstu plássini.
Heiðabáturin bjargaði við sigri í kappingini millum 8-mannafør æruni hjá sigursvanda kappróðrarfelagnum NSÍ.
Hóast Eysturoyingur ikki luttók, so var ikki frítt, at rógvarar úr kappróðrarfelagnum NSÍ vóru við í kappingini millum 10-mannaførini.
Umborð á Havnarbátinum hava teir verið so mikið óhepnir, at tveimum monnum bórust frá at rógva við í dag. Tí vóru tveir av veteranunum í Kappróðrarfelagnum NSÍ umborð á Havnarbátinum. Teir eru Bogi Olsen og Martin Venned.
Men hetta tekur einki frá fína avrikinum hjá teimum umborð á Orminum. Hetta var triði sigurin í fýra róðrum, og harvið hevur 10-mannafarið hjá Knørrafelagnum sett beina kós ímóti FM heitinum.
Mynd: Ormurin
Nýggi báturin hjá Knørri hevur av álvara sett kós móti FM-heitinum. Alt bendir á, at ein sigur afturat er nóg mikið hjá stóra bláa bátinum
Mynd: www.drekin.fo