Streymorkuverkið hjá FTPP við Uffa Bærendsen varð í gjár sleipað av Vestmanna út í sundið, har tað varð ankrað.
Brimil, Pressarin og ein alibátur hjá Bakkafrosti vóru við í hesum arbeiði.
- Enn verður ein løta, til orkuverkið kemur at framleiða streym, tí kaðlar skulu bindast í elkervið hjá SEV. Haraftrat er ymiskt annað, ið skal gerast við orkuverkið, áðrenn tað er endaliga klárt.
Tað veit heimasíðan hjá Fiskiveiðieftirlitinum at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at arbeiðast kann bert á staðnum, tá kyrrindi eru, og streymurin skal vera góður.
- Orkuverkið liggur ankrað beint út úr gomlu ferjuleguni á Oyragjógv, umleið 250 metrar úr landi. Radarareflektur er á, og eitt hvítt ljós í blunkar, sigur heimasíðan.










