Orkustevna verður í Høllini á Hálsi í Havn

Orkustevnan verður 22 og 23. oktober 2021

– Endiliga kunnu vit bjóða aftur til Orkustevnu, sum nú verður hildin í høllini á Hálsi í Havn 22-23. Oktober 2021, har endamálið er at kunna um orkumál og at økja um virksemi innan hesa vinnu.

 

Soleiðis skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Á orkustevnuni verðu upplýst um møguleikarnar innan orkuloysnir - t.d. grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orku viðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum.

 

Á Orkustevnuni vísa føroyskar fyritøkur og stovnar soleiðis fram sínar vørur og tænastur. Almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evnið.

 

Ókeypis atgongd er fyri almenninginum!

 

Orkustevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum.

 

Til ber at lesa meira um Orkustevnuna 2021 á www.orkustevnan.foa