Orkustevna um varandi orku

Kunnu øll húsarhald hava sólorkuverk? Hvørjir fíggjarligir fyrimunir og/ella vansar eru við hitapumpum og elbilum? Hvussu langt eru vit í Føroyum komin við orkuskiftinum?

Hesir eru nakrir av spurningunum, sum fyrilestrarhaldarar fara at svara í døgunum 25. og 26. oktober, tað skrivar Sev.

 

Stevnan um orkuskiftið í Føroyum verður hildin í høllini á Giljanesi í Vágum, og hevur heitið Varandi heimur.

 

Á skránni eru fyrilestrar, samrøður og pallborðskjak, umframt at fleiri fyritøkur hava básar, har fólk kunnu fáa ráðgeving. 

 

Hiddenfjord, Bakkafrost og Sev stuðla stevnuni, sum varpar ljós á, hvat virki og stovnar gera fyri at fremja orkuskiftið, og harafturat, hvørjar møguleikar føroysku húsarhaldini hava fyri eitt nú alternativari hitaskipan og at framleiða egnan streym. 

 

Hákun Djurhuus, stjóri og Terji Nielsen, menningarleiðari umboða Sev við fyrilestri og samrøðu, umframt at Sev hevur bás á staðnum.