Orkusparandi lán og stuðul til sethúsaeigarar

Samgongan arbeiðir við eini ætlan um at veita sethúsaeigarum lán og stuðul til orkusparandi tiltøk av ymsum slagi

 Gongur, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil, fer tað skjótt at bera til hjá sethúsaeigarum at fáa stuðul og lán til ymisk orkusparandi tiltøk.

Tað boðaði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, frá ið Løgtinginum í gjár.

Hann sigur, at talan er bæði um stuðul til pensjónistar at bjálva húsini, men eisini um lán til ymisk orkusparandi tiltøk.

Hann sær onga meining í at hava bæði ein bjálvingarstuðulsgrunn, ein húsalánsgrunn og ein íbúðargrunn.

Jóannes Eidesgaard staðfesti, at hesi seinastu átta, níggu árini, hevur Bjálvingarstuðulsgrunnurin ikki havt fígging til at lat pensjónistum stuðul, sum vilja bjálva sær húsini.

Tí kundi hann hugsa sær allir tríggir grunnarnir, Húsalánsgrunnurin, Bjálvingarstuðulsgrunnurin og Íbúðargrunnin, verða lagdir saman í ein grunn.

Hann meinti at hetta fer at geva tí samanlagda, stóra grunninum møguleikan at avgreiða tær umsóknir um bjálvingarstuðul, sum hann hevur liggjandi.

So vítt, hann veit, hevur grunnurin einar 80-100 umsóknir um bjálvingarstuðul, sum ikki eru avgreiddar.

Men hann heldur eisini, at í einum tvey ára skeiði eigur Húsalánsgrunnurin at fáa møguleikan at lata ávísar upphæddir í láni til orkusparandi tiltøk, til øll vanlig hús.

Her kann talan verða um at skifta frá oljufýri til hitapumpu, men talan kann eisini verða um onnur orkusparandi tiltøk.

Hann nevndi møguleikan fyri at veita føst lán upp á einar 100.000 krónur til hvørji sethús til orkusparandi tiltøk.

Av tí, at talan er um føst lán, verður at kalla ongin umsiting av tí.

- Hetta kann eisini verða við til at skumpa undir byggivinnuna, segði Jóannes Eidesgaard.

- Verður talan um eitt tíðaravmarkað tilboð, ivast hann ikki í, at nógv fara at taka av tilboðnum og tað kann koma sera væl við hjá byggivinnuni.

- Hetta hevði verið eitt ótrúligt tilboð til byggivinnuna, sum er í einum aldudali og hetta eru ótrúlig tilboð til húsaeigarar, sum í hesum døgum meir ella minni bara verða vendir í hurðini í peningastovnunum, tá ið teir koma at biðja um lán, segði Jóannes Eidesgaard.

Les eisini greinina: Nógv lættari at finna sær okkurt at búgva í