Svimjing
Áhugaverd svimjikapping verður í Svimjihøllini í Gundadali mikudagin 2 Juni kl 19:00, tá vit fáa vitjan av 12 svimjararum úr Orkney, og 12 svimjararum úr Hetlandi.
12 av okkara bestu svimjararum eru valdir út at umboða Føroyar í hesi svimjikapping og tey eru:
Joan Símun Edmundsson úr Flot, Pauli Øssursson Mohr og Jákup Øssursson Mohr úr FS, Petur McIntosh, Hanus Eysturdal og Elida Bjarnadóttir úr HS, Elspa Mørkøre, Eyðbjørg Petersen og Kirstin Sigurdsdóttir Rasmussen úr Skeggjum, Maria Vang og Gunnleif Olsen úr TS og Natalia Reinhardt úr Ægir.
Hetta eru tey 36 bestu í aldrinum 12 til 15 ár úr hesum trimum londum ið fara at kappast í teimum 21 kappingunum ið verða, og talan er um stuttar kappingar allar kappingarnar eru 50m , og so verða nakrar spennandi stafettir. Kappingin byrjar mikukvøldið 2juni Kl: 19:00 og verður liðug umleið kl 21:30.
Kappingin var fyri tveimum árum síðani í Hetlandi, tá lá væl fyri hjá okkara svimjararum, av teimum 21 kappingunum vunnu vit 16 kappingar og komu svimjararnir aftur tá við stórum ferðasteypið, og mugu tey sjálvandi gera alt hvat tey kunna so steypið ikki fer av landinum.
Útlendsku svimjararnir koma til Føroyar mikudagin, og fara avstað aftur fríggjamorgunin.