Orkney og Cayman á skránni

Fjórðingsfinalurnar hjá mans- og kvinnuliðnum í flogbólti verða spældir mikudagin

Bólkaspælið er nú liðugt, og endaliga úrslitið gjørdist, at menninir klokkan 11 skulu spæla móti Cayman Islands. Kvinnurnar skulu ikki spæla fyrr enn um kvøldið, tá tær hava á pappírinum lættan dyst móti Orkney.