Orkis við spennandi urtagarðstiltaki

Seinastu dagarnar hevur ein lærlingur í Blómuhandlinum Orkis skipað økið uttan fyri handilin til ein spennandi uttanduramarknað, sum letur upp í Saltangará í morgin.

 

 

Í samband við, at lærlingur hjá Blómuhandlinum Orkis í Saltangará ger sveinastykki og verður liðugur sum blómubindari í heyst, verður skipað fyri forvitnisligum urtagarðstiltaki í Orkis í morgin, leygardagin 4. juni frá klokkan 10 til 15.

Lærlingurin hevur skipað økið uttan fyri handilin til ein spennandi marknað, og her verður mangt ymiskt til keyps. Dentur er lagdur á gravarprýði og ymiskar uttandurasamanplantingar. Høvi verður eisini at njóta smakkiroyndir við ymiskum serrættum, umframt at annað gott verður til góman, sum blómuhandilin bjóðar.

Uppgávan hjá lærlinginum snýr seg eitt nú um at økja kundastreymin við gøtuvørum - ella vørum, sum eisini kunnu seljast uttandura, og tað er í hesum sambandi, at marknaðardagurin verður í morgin.

Blómuhandilin Orkis, sum er leiðandi handil á sínum øki, er á tremur við alskyns vørum, plantum og pyntitingum, og her er mangt og hvat til heimið, urtagarðin, túnið og útigólvið. 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit gleða okkum at síggja nógv viðskiftafólk á okkara serstaka tiltaki í morgin, sigur Turið í Kongsbø í Blómuhandlinum Orkis í Saltangará.