Orkis by night á Glyvrum

Í kvøld letur ein forvitnislig framsýning ? Orkis by night - upp í kjallaranum í blómuhandlinum á Glyvrum

Framsýning

Rannvá í Baiansstovu, sum er designari og eigur Faroese Fashion, fer at sýna fram ymiskar vørur, sum hon evnar úr føroyskari ull. Samstundis fer Orkis at sýna fram nýggjar vørur, sum júst eru heimkomnar.
Í Orkis siga tey, at tað serliga eru ymiskar vørur úr glasi, sum eru frammi í dag, og talan er bæði um klárt glas, jarðlitt, ráhvítt og svart glas.
Rannvá ger bæði troyggjur, jakkar, draktir og ymiskar aðrar vørur úr ull. Hon evnar eisini vørur eftir serstakari bílegging, og tá er tað bert hugflogið sum setir mørkini.
Orkis og Faroese Fashion hava áður havt framsýning saman í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Blómuhandilin á Glyvrum er ikki minst kendur fyri sínar serstakliga vøkru blómubindingar, og tað eru ikki minst hesar, sum fara at prýða framsýningarhølið á Glyvrum, tá ið latið verður upp í kvøld kl. 19.
Í kvøld verður framsýningin opin til kl. 22, í morgin frá kl. 9.00-19.00 og leygardagin frá kl. 9-15.

List og jól

Leggjast kann aftrat, at málningaframsýning verður í Orkis í november, har Jóannes S. Hansen og Sámal Toftanes fara at sýna fram síni listaverk.
Eins og undanfarin ár, fer blómuhandilin eisini í ár at hava vælumtóktu jólastovuna í kjallaranum á Glyvrum.