Í samband við orkesturstevnuna, sum verður í Vestmanna, verður eisini ein almenn konsert í ítróttarhøllini í Vestmanna sunnudagin hin 11. september.
Fyrstu orkesturstevnurnar byrjaðu longu í 1966 og hava verið hildnar síðan.
Verkini, sum verða spæld í ár, eru í nøkrum førum skrivaði soleiðis, at spælarar og stjórnandi eru meira interaktiv.
Í ár er tað so Vestmanna, sum verður karmur um orkesturstevnuna, sum verður í døgunum 9. - 11. september.
Fyriskipararnir, sum er Norðstreymoyar Musikkfelag, siga, at støðið er alsamt hækkandi.
Fyri 45 árum síðan skuldu fólk tekna seg við at senda brøv, men í dag er bara at klikkja seg inn á musikkinord.com.
Myndin omanfyri er av Vestmanna Hornorkestri, sum Jens Jákup Egholm stjórnaði í rættiliga nógv ár.










