VÍF-Neistin 25-21 (14-12)
Hondbóltur
Tað, sum frammanundan helst varð mett sum mest óspennandi av teimum fýra hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini, vísti seg mikukvøldið at gerast tann mest spennandi dysturin higartil.
Bæði stigatalvan og innanhýsis úrslitini í landskappingini høvdu annars boðað frá, at tað var ikki nógv, sum neistakvinnurnar kundu gera mótvegis teimum hjá VÍF. Hinvegin hevur tað nú í endaspælinum verið stór framgongd at síggja á neistaliðnum, og tí var tað kanska við góðum vónum, at farið varð til Vestmanna.
VÍF dróg seinastu løturnar
Tað skuldi eisini vísa seg, at Neistin hevði nakað at hava góðu vónirnar í. Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum vóru tær greitt omaná, og eitt skifti var leiðsla teirra 11-7. Seinastu løtuna undan steðginum fekk VÍF tó vent støðuni, solieðis at tær vóru tvey mál frammanfyri, tá farið varð til hálvleik.
Í seinna hálvleiki helt munurin sær at kalla alla tíðina. Onkuntíð hevði Neistin hug at toga seg inn, men hvørja ferð megnaði VÍF at svara aftur. Tá tíggju minuttir vóru eftir, var munurin komin niður í eitt mál, men aftur her sýndist VÍF at vera drúgvari seinastu løtuna, soleiðis at tað at enda vóru fýra mál á muni.
Ein munur, sum kann vísa seg at vera nóg mikið hjá VÍF, men sum hinvegin eisini ber boð um, at tað avgjørt ikki verður nøkur løtt uppgáva, tá tær aftur hitta Neistaliðið um eina viku.
Til tann dystin vóna tær í Vestmanna helst, at Sóleyð Mikkelsen aftur verður tøk. Hon sat á beinkinum allan dystin mikukvøldið, men varð tó ikki mett at vera nóg birg til at átaka sær ein leiklut inni á vøllinum.
Mistu í yvirtali
Ein av orsøkunum til framgongdina hjá Neistanum er uttan iva, at Katrin á Neystabø aftur er at síggja á liðnum, og hóast tapið mikukvøldið, so lat hon hampuliga væl at dystinum.
- Tað gekk betri hjá okkum, enn tað hevur gjørt í fleiri øðrum dystum, men tað kendist tó, sum um vit ongantíð fingu ordiliga fatur á teimum, eftir steðgin. Fyri okkum var tað eisini ótrúliga keðiligt, at vit søplaðu eina trygga leiðslu burtur undan steðginum, og tí gjørdist seinni hálvleikur eisini tungur, segði Katrin um dystin.
- Avgerandi løtan var tó helst, tá vit í yvirtali ikki megna at javna (støðan var tá 19-18). Ístaðin sleppa tær longur frá okkum, og hetta merkti nógv sálarliga hjá okkum
- Tað er kanska tað, at tær í ár hava verið vanar við at vinna, meðan tað ikki hevur gingið so væl hjá okkum, og at hetta kemur til sjóndar í avgerandi løtunum, segði Katrin á Neystabø at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Iona Rápa 9(4), Nicoleta Radu 6, Fríða Marjunardóttir 3(1), Alis Høghamar 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 2, Jacklin Durhuus 2, Randi Kúrberg 1
Neistin: Katrin á Neystabø 9, Annika Thomsen 5(4), Súna Mørk 3(1), Birita Wardum 3, Mildrid Jaocbsen 1
Brotskøst: VÍF 7, Neistin 7
Útvísgingar: VÍF 1, Neistin 5
Dómarar úr StÍF: Jústines Justinussen og Poli Hansen










