ORKA við sættu útgávu síni

ORKA gevur út sína sættu studioútgávu All At Once á plátufelagnum Kervið. Útgávan er tøk talgilt og á LP.

Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen hava seinastu níggju árini myndað ORKA. Tey kunngera nú sættu útgávuna hjá ORKA All At Once, ið er eitt djúptøkið tónaverk við einum sermerktum blandi av jarðligum tónum og einum djørvum, ævintýrkendum forvitni. Ígjøgnum 10 løg verða vit førd ígjøgnum ein hugaheim við neonlitum, dukandi náttarrútmum og eini yvirflóð av sansastimbran, ið fevnir um temu sum tvísemi og sambandið millum tey bæði og teirra felags søgu sum tónleikarar og útinnandi listafólk.

 

Fyrsta lagið “Bird” tekur íblástur úr tí ídnaðarkenda umhvørvinum kring teirra studio í Suðurlondon og fekk heitið frá upptøkum av fuglum, ið tó ikki komu við á útgávuna. ORKA sendir okkum á eina gresjaða ferð gjøgnum Gqom, bass og tekno. Eins og á øðrum útgávum hjá ORKA fingu tey hjálp frá Will Horrocks og Simon Williams frá LV (Hyperdub, Keysound, Brownswood) at framleiða “Bird” og nøkur onnur løg á útgávuni.

 

Síðan kemur hugfjálga millumspælið “Millennium Green” sum tað fyrsta av trimum – hini bæði eru “Blythe Hill” og “Catford Snow”, áðrenn “Gold” aftur koyrir á við eirindaleysum framtíðartekno við áhaldandi vokalbitum.

 

Næst í røðini er seinna staklagið hjá duoini: “Mother”, ið flytir seg inn á eitt meira hugsunarsamt og grundandi øki. Dukini úr náttini kennast eins og í móðurlívi, og tað verður ein egin heimur, ið gevur sær sjálvum føðslu. Sveipað í myrkur flóta vit til sissandi dukini frá bassinum og sláttrinum. “Mother” tølir eins og ein fongslandi fepurdreymur og gevur eina kenslu av sambandi, nostalgi og at vera burturi í øðrum heimi.

 

All At Once er kanska tað tættasta eini “fullbúnari dansiútgávu” duoin hevur skapt higartil, og løg sum “Atlantic” og “Glory Dust” prógva hetta sama. “Atlantic” flytir seg innan eitt rúmdarkent teknoøki, meðan house grannin “Glory Dust” spælir sær við euforiskum syntum og avskeplaðum røddum, ið skapa ein ljóðheim, sum skilir seg týðiliga frá øðrum og ikki kann vera annað enn ORKA.  Hendan nýtslan av vokalsamplingum á útgávuni - har orðini eru skild frá teirra upprunatýdningi og  gangnýtt fyri teirra klanglit og perkussivu eginleikar, minnir okkum á temu sum tilverustríð og ófrið í heiminum og sosiala og politiska landslagið, ið hevur ávirkað tónlistarliga heimin hjá ORKA.

 

All At Once fevnir tó eisini um løtur sveimandi ígjøgnum rúmd og cybervakurleika við umfevnandi hita. “N176” er eitt av fleiri heitum á útgávuni, ið sipar til Suðurlondon – vit verða førd á náttarferð ígjøgnum lofthavið og koma nærum í transendens við glitrandi ljóðupplivingum og smálutum. Síðsta lagið á útgávuni: “Ser” hevur eina hugsunarsama tyngd við doyvdum tó hugtakandi tónum, har ORKA málar við síni maksimalistisku, industriellu palettu.

 

Á útgávuni hevur ORKA skapað sítt heilt egna slag av kvir erotiskum dansigólvsgátuføri; ein glitrandi framtíðarnáttarbý, ið er savnandi, fevnandi og tølandi. All At Once er tekin um enn eitt merkisvert framstig í listarligu menningini hjá ORKA, fylt við óvæntaðum  snaringum og sum altíð: æviga hugbindandi. Ein stórfingin og sprelllivandi listvevnaður. Vit síggja tvey einastandandi og sannførandi listafólk renna saman, sum er endurspeglað á plátuhúsanum, ið Kirstin Helgadóttir hevur evnað. Hon sameinir andlitini hjá teimum báðum og skapar soleiðis eina nýggja veru, sum um somu tíð eru tey bæði og hvørgin teirra.

 

 

 

All At Once slær fast, at ORKA er ein tann mest hugfangandi og inniligi elektroniski bólkurin í dag. Tey vísa eina ósmædna tilgongd til tekno, ið pulserar við orku og vísir teirra listarliga dugnaskap sum útinnandi listafólk live. Hetta er ein útgáva, sum má hoyrast og sum er á tremur við samansettum hugskotum og tøkniligum hegni – og eitt mást at uppliva live, nú útgávan kemur út.

 

##med2##

 

ORKA sigur:

 

“Vit byrjaðu at spæla tónleik saman fyri níggju árum síðan og spældu saman live í nøkur ár, áðrenn vit gjørdu av at byrja at skriva saman. Ein av kjarnuspurningunum, vit hava roynt at svarað heilt frá byrjan, er: “Hvussu framførir tú elektroniskan tónleik?” Frá byrjan hava vit grundað á henda spurning, og hava gjøgnum árini ment ein máta at arrangera og spæla elektroniskan tónleik, ið kennist týðandi og gevur okkum meining. Tá ið vit spæla live, spæla vit alt, sum áhoyrarin hoyrir á staðnum, og tað ger okkara framførslur rættiliga intensar. Har er nógv upp á spæl, tá ið vit spæla saman, og vit eru ógvuliga bundin at hvørøðrum. Spæla vit feil, varnast tú tað beinanvegin.

 

Tá vit so byrjaðu at skriva saman ávirkaði tað okkara skriving, at vit vóru so bundin at hvørøðrum. Vit bæði arbeiddu upp á allar partar av framleiðsluni samstundis og vit høvdu bæði hendurnar í tí, sum hin tókst við. Vit eru rættiliga viss í, at tað ikki er eitt einasta ljóð á útgávuni, sum vit ikki bæði hava nortið við ella broytt. Vit arbeiddu upp á útgávuna í 5 ár, sum skuldu vísa seg at vera minnilig ár um allan heim, ikki bara orsakað av farsóttini, men eisini orsakað av lokalum og altjóða politiskum rembingum eins og mannarættindastríði. Útgávan snýr seg um alt hetta. Um allar hesar trupulleikar og spurningar, sum ávirkaðu okkum, og hvussu vit livdu ígjøgnum hesa tíðina. Mest er henda útgávan tó um, hvussu vit tónleikaliga eru bundin at hvørjum øðrum, at vit arbeiða sum ein, sum ein eind. Hetta kemur eisini til sjóndar á húsanum, sum Kirstin Helgadóttir hevur tilevnað. Vit sendu myndir av okkara andlitum til hennara, og hon sameinti tey til eina flótandi veru, so at tað bæði eru vit bæði, men samstundis hvørgin okkara. Sameinta andlitið fangar onkusvegna alt kynsspektrið eins væl og litspektrið og lýsir maksimalistiska, samanrunna umhvørvið, har okkara nýggja útgáva varð evnað – hóskandi nevnd All At Once.“

 

Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen úr Føroyum hittust fyrstu ferð fyri 9 árum síðan í virkna klubbumhvørvinum í London og eru síðan vorðin ein av mest virdu undirgrunds teknobólkum í Evropa. Tvær ferðir er ORKA tilnevnt tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hvør sær hava tey eisini fingið viðurkenningar av ymsum slagi.

 

Francine er framleiðari og ljóðblandari. Saman við øðrum hevur hon stovnað Omnii Collective, ið er ein felagsskapur í London, ið stuðlar og eggjar ljóðentusiastum - veri tað seg kvinnum, non-binerum fólki ella transpersónum. Hon vann Oram virðislønina í 2018, Music Producers Guild Rising Star Award í 2023 og er í løtuni tónleikastjóri fyri Romy frá The xx.

 

Jens hevur eitt langt rað av útgávum, nærum 100, hann er við á. Í 2022 varð hann kosin ársins tónleikaframleiðari á Faroese Music Awards, hann er partur av live bólkinum hjá Yann Tiersen, og nýhugsandi ljóðlist hansara hevur fingið bíleggingar frá høgt mettum stovnum sum Southbank Centre í London og European Researcher's Night. Nýliga skrivaði hann søgu við at skapa ta fyrstu ljóðmyndina, ið nakrantíð er gjørd til ein undirsjóvartunnil -  Eysturoyartunnilin.

 

Útgávan kann stroymast her og plátan fæst til keyps í Oceania Records og í handlinum hjá Tutl á Káta Horninum.

 

Tekstur frá Rotate Publicity.