ORKA tilnevndir til tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins

Orka hevur víst seg sum ein slóðbrótandi bólkur, sum hevur roynt nýggjar leiðir og nýggjar tankar.

Síðan útgávan ?Livandi Oyða? kom út, hevur bólkurin ferðast kring í Evropa og havt konsertir á ymiskum pallum saman við eitt nú sera kenda Yann Tiersen, sum er kendir fyri m. a. at hava gjørt tónleikin til filmin Amilé. Yann hevur eisini verið her í Føroyum saman við bólkinum og havt eina konsert.

 

Bólkurin hevur verið at sæð m. a. í russiskum sjónvarpi og skal eisini í summar framføra á Roskilde festivalinum í Danmark