ORKA live

ORKA er nógv frammi úti í heimi. Føroyski bólkurin er nú at síggja og hoyra á heimasíðuni les films dureel, har Føroyar og G! eisini fáa nógva umrøðu. Umframt at lýsa væl fyri vøkru oyggjunum, ið nevnast Føroyar, práta Jens L. Thomsen, oddamaður í ORKA, og Anna Katrin Egilstrø, sangari, eisini um G! festivalin.

Síðani verður eitt sindur prátað um ORKA og tónleikin og hvussu samstarv kom í millum ORKA og Yann Tiersen.

So sæst eitt lag hjá ORKA, har Yann eisini er við.

Heimasíðani hjá franska felagnum, sum stendur fyri at breiða út tónleik hjá ORKA, er kend og væl vitjað. ORKA sæst her www.lesfilmsdureel.com/musique-amplifiee/orka-&-yann-tiersen-1-414.php