Orhan Pamuk: Turkalands rødd og modernaða hjarta

Kim Simonsen


Orhan Pamuk er føddur í einari ríkari familju í Istanbul. Hann læs fyrst til arkitekt, men gavst við hesum og fór at skriva. Tað tók honum eitt stórt stríð at finna ein útgevara til hesa fyrstu bókina. Nú hevur hann so fingið Bókmentavirðisløn Nobels herfyri.

Ein serlig øði kom at raka Pamuk, tá hann við eitt blað segði, at fólkadrápið á armenarnar kostaði 1. millión fólkum lívið. Eisini vóru yvir 30.000 kurdarar dripnir í 1915. Hetta skapti eitt øgiligt rok í Turkalandi. Pamuk varð ákædur fyri at vera ein landasvíkjari og fyri at hava sært turkiska samleikan.
Ein frálíkur høvundi
Vit skulu ikki gloyma at Pamuk er ein spennandi høvundi. Flestu stóru verkini hjá honum er týdd til danskt og sera nógv onnur mál.
Ein av seinastu bókunum hjá honum er bókin ’Istanbul. Memories of a City’, hon finst ikki í danskari týðing enn, men er væntandi skjótt. Bókin finst á svenskum tó og sjálvandi á enskum.
Í hesi bók eru nokso nógvir lyklar til ritverkið hjá Pamuk. Hann skrivar sjálvævisøguligt um hvussu hann hevur tað við gátuføra stórbýinum Istanbul.
Hann skrivar um barndóm og ungdóm, fra 1950inum til 1970ini. Hetta er ein vøkur bók, ið inniheldur kenslubornar hugleiðingar um ein bý og lívið sum skrivandi, ella royndirnar at finna út av einum samleika sum listafólk.
Samleikin á kjørbreyt
Eitt afturvendandi evni hjá Pamuk er leitanin hjá høvuðspersónunum eftir at finna ein samleika, ella at sættast við ein samleika í modernitetinum. Her flættar hann altíð søguna hjá Turkalandi inn í søguna hjá høvuðspersónunum.
Tað er eisini hesin samleikin, ið modernaða Turkaland hevur so ringt við at liva við.
Ungir muslimar í Europa eru í dag meiri knýttir at islam enn eldri muslimar eru tað, sjálvt um hetta átti at verið øvugt. Hetta snýr seg alt meiri um at finna ein samleika í einum samfelag og í einum moderniteti, ið hesi halda kveistrar teirra virði burtur.

Turkar í Týsklandi føldu seg nógv meiri integreraðar áðrenn 11. september 2001, enn nú, og hetta kemur av, at hesir í alt størri mun venda sær móti heimlondunum og trúnni.

Fólk í diaspora ella eksil eru sum fiskurin á landi, sum ikki hugsaðu um vatni, áðrenn tey mistu hetta elementið. Tapið av einum samleika ger ein pínliga tilvitaðan, av og á skapar hetta ekstremismur og fundamentalismur.
Evropa er prestigja
Pamuk livdi sum ungur saman við síni familju, pápabeiggjum, mostrum og systkinabørnum í einum stórum húsum í einum modernaðum og ríkum býarparti kallaður Nisantasi. Ovast í bygninginum sat omman, ið var høvdið í allari familjuni.
Pamuk skrivar um at turkiska yvirstættin altíð hevur dyrka Evropa. Tá hann varð føddur hevði Turkiska Rupublikkin verið til í 29 ár. Familjan hjá Pamuk var sum flestu ríku familjurnar í Turkalandi vóru og eru, tær dyrka Evropa. Ofta vistu tey tó ikki, hvussu nógv tey skuldu snobba fyri Evropa. Nógv høvdu klaver, ið tey ikki dugdu at spældu á og skáp við koppastellum, ið tey ikki kundi droymt um at brúkt. Hetta við at vera vesturlenskur varð ein spurningur um prestigju í Turkalandi.
Pamuk meinar, at hendan ókritiska vesturlandagerð hevur minka um ávirkanina hjá trúnni, men eisini rent turkar í eitt andaligt tómrúm.
Melankoli
Tað eg haldi er vakurt er, at Pamuk veruliga skriva so flott og rørandi um fátækradømi í Istanbul. Hetta er býur, ið nertur við tveir heimar, tveir heimspartar møtast har Bosporussundið deilir býin, soleiðis eru modernaðir turkar eisini klovnir millum tað sum er vesturlenskt og eysturlenskt.
Pamuk sigur, at Istanbul misti týdning gjøgnum øldirnar. Hetta var eitt vegamót millum eystur og vestur í øldri. At býurin ikki longur hevur tað sama at siga í eygunum á vitjandi og fyri umheiminum, hetta hevur skapt eina serliga melankoli, ið kann hvíla so tung yvir Bosporussundinum, sigur Pamuk, at tað nærum er gjørligt at nerta við hesa kenslu.
Í Turkalandi er melankoli nakað, ið eisini er tengt at æru, nakað, lagnukent og tyngjandi, sum menniskja skal bera við stoltleika og taka á seg. Pamuk heldur at henda melankoli, hevur sett seg fasta í sálina á turkum. Seinstu 150 árini hevur turkisk mentan, tónleikur og poesi verið gjøgnumsúrga av hesi melankoli.
At vera kloyvdur
Turkar hava ein kloyvdan samleika. Serliga høvundar og intellektuel eru noydd at taka hetta við, at tey føla seg syndraði og førd sundur av ymisku rákunum milum eystur og vestur, nútíð og fortíð, gamalt og nýtt, trúgv og sekularismu.
Pamuk heldur at turkar eru illa fyri, tí hesi hvørki hava ein vesturlenskan samleika, ella ein eysturlenskan. Tey kenna ikki til hvørgan. Modernaði turkiski staturin hevur so lakt lok á fortíðina.
Pamuk sigur seg hava barst alt lívið við hesa melankoli. Hann endaði sum onnur at taka við hesi melankoli, men tá hetta hendir hevur menniskja mangan bert tveir møguleikar, ið antin endar man sum ein snævursýntur nationalistur, ið ikki vil vita av umheiminum og bert vil hoyra um stóru søguna hjá Turkalandi, ella fer man at skriva og gerðast høvundi.
Pamuk hevur í sínum bókum roynt at funni eina leið fyri einum nýggjum samleika fyri Turkaland. Hann vil skapa eina serliga samanrenning millum osmannisku fortíðina, orientalsku og trúðarligu fortíðina og so modernaða evropeiska vesturlenska samleikan.
Keldur: TLS, International Harold Tribune, HYPERLINK "http://www.orhanpamuk.net/" www.orhanpamuk.net