Á vetrarskránni hjá Orfeusi eru seks konsertir, og allar verða hildnar bæði í Norðurlandahúsinum og úti um landið. Fyrsta Orfeus-konsertin á bygd verður sunnudagin 27. oktober klokkan 15. Tá fara hjúnini Maria Malmsten og Einar Steinkopf at syngja og spæla í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Maria og Einar eru fjølbroytt norsk tónlistarfólk, sum í vetur fara at starvast í Føroyum. Tey hava tikið útbúgving á Grieg-akademiinum í Bergen, har tey umframt høvuðsgreinir sínar lósu tónleikanámsfrøði. Maria og Einar hava starvað saman regluliga í 14 ár.
Maria Malmsten Steinkopf er messosopran. Seinastu árini hevur hon burturav virkað sum freelance-tónleikari. Hon hevur annars royndir sum lærari og kórleiðari. M.a. hevur hon saman við savnspedagoginum Tutta Laukholm gjørt og framført fleiri søguligar leiksýningar.
Einar Steinkopf er virkin bæði sum solistur og sum kamartónleikari. Harumframt hevur hann útsett og umskrivað nógvan tónleik fyri rødd og gittar. Fyri tveimum árum síðani kom út fløgan ?Maria og de to andre?, ein verkætlan í samstarvi við yrkjaran Truls Horvei.
Orfeus-skráin hjá Mariu og Einari fevnir um klassisk løg fyri rødd og gittara, renessansutónleik fyri sang og lutt, sologittarverk og norskan og svenskan fólkatónleik, sum Einar hevur lagt til rættis.
Norðurlandahúsið hevur latið prenta faldara, sum greiðir frá ymsu konsertunum og øðrum tiltøkum, sum húsið skipar fyri kring landið.