Tað hevur leingi verið gitt, at fólkatingsvalið verður um ein mánað ella so.
Ein, sum ætlar sær at umboða Føroyar har, er Annika Olsen. Hon er longu farin undir sítt valstríð.
Í valstríði er altíð best at hava ein mótstøðumann. Og tann, sum Annika hevur valt sær, tykist vera eg. Tað er í fínasta lagi.
Men tað er ikki í lagi, at hon ger meg til mótstøðumann við at kasta mær ymiskt fyri, sum ikki passar.
Í grein, sum var borin í hvørt hús í mikudagin, skrivar hon, at "í staðin fyri at bakka landsstýrið upp at fáa eina skilagóða avtalu við Russland á fiskivinnuøkinum, hevur umboð føroyinga á Fólkatingi ført fram, at hendan uttanríkispolitiska kósin skaðar umdømi føroyinga."
Altíð vart søluna
Eg havi ikki sagt eitt orð um nakra avtalu við Russland á fiskivinnuøkinum. So tað kann ikki vera tað, Annika meinar við.
Helst hugsar hon um tað handilspolitiska øki.
Eg havi ofta bæði tosað og skrivað um handilin, sum vit hava við Russland, nú Putin tykist vera vandameiri enn nakrantíð, og onnur lond eru boykottað. Men hvørja ferð - hvørja einastu ferð! - eg havi talað, skrivað ella kjakast um hetta, havi eg vart ta øktu føroysku søluna til Russlands.
Hetta krevur góð argument, tí støðan er sera álvarsom. Tað er ikki av ongum, at boykott eru sett í verk. Men vit HAVA góð argument - og tey havi eg ført fram í føroyskum miðlum, donskum miðlum og altjóða miðlum. Seinastu ferð var undir orðaskifti á Fólkatingi so seint sum í fyrradagin. Og tað hevur gjørt mun. Fleiri hava sagt seg skilja okkara støðu, eftir at eg havi borið føroysku sjónarmiðini fram.
So tá Annika sigur at eg ikki havi bakkað Landsstýrið upp í hesum, so er tað beint ímóti veruleikanum.
Putin
So koma vit til politikkin.
Har er mín støða, at tað ikki má vera ivi um, at Føroyar standa á rættari síðu, tá stríð er millum fólkaræði og rættartrygd øðrumegin, og harðræði hinumegin. Vit SKULU standa saman við Vesturheiminum og NATO í stríðnum við tað støðugt meiri aggressiva Russland undir Putin.
Og tað er altso ikki av tilvild, at Vesturheimurin hevur sett tiltøk í verk móti Russlandi. Tað er gjørt, tí tað er neyðugt. Tí Putin hóttir okkara grannar.
Men sumt av tí, sum løgmaður hevur sagt í bæði russiskari og amerikanskari pressu, hevur júst sátt iva um okkara loyalitet. Tað hevur virkað sum um, at loyaliteturin er til sølu.
Slíkt kann skaða okkum og okkara umdømi.
Sig satt
Annika ætlar sær á Fólkatingi. Tað er kanska skiljandi, sum hennara støða er blivin í Fólkaflokkinum.
Men hon kemur neyvan á Fólkating við at siga ósatt.
Og kemur hon á Fólkating vil eg staðiliga mæla henni frá at endurtaka tað, sum løgmaður hevur sagt um royndirnar hjá okkara sameindu at steðga Putin.