Kanningin hjá Eyðfinni Jacobsen staðfestir, at nevndin í Eik Grunninum ólógliga heimiðlaði sær møguleika fyri at læne pening út.
Millum annað 750 milliónir krónur til tveir íslendskar persónar. Eyðfinnur Jacobsen, kanningarfólk, kemur haraftrat fram til, at nevndin sum heild hevur havt trupulleikar við at skilja ímillum, nær hon tó avgerðir vegna Eik Grunnin og Eik Bankan.
Hon hevur í tíðarskeiðum har gjaldførið hevur verið sera vánaligt virka uttan gjaldførisætlan. Somuleiðis fýlist innanhýsis grannskoðari á mannagongdir viðvíkjandi bókføring og roknskaparskjølum og skrivar millum annað:
”Revisionen må igen i år konstatere, at regnskabsmaterialet, som blev leveret til revisionen, var mangelfuldt og ufuldstændigt og bar præg af manglende beslutningstagen til væsentlige regnskabsposter. Vi har især været bekymrende for at der manglede grundbilag…
Det er vores anbefaling, at der bør strammes op på bogføringer. Bogføringen bør være ajour ligesom der bør foretages afstemninger til kvartårlige regnskaber, som bør udarbejdes. Bogføringslovens bestemmelser, som er helt grundlæggende for regnskabsudarbejdelsen, skal overholdes…”
Lán, sum nevndin ólógliga heimiðlaði sær sjálvum at veita
1) 100 milliónir euro til tveir íslendskar kundar
2) 40 milliónir krónur til P/F Thor
3) 27 milliónir krónur til Vang Andersen við fleiri
4) 25 milliónir krónur til Notio
5) 10 milliónir euro til ebh/zweitmarkt GmbH
6) 30 milliónir krónur til Kista 25 milliónir krónur til Exista
Í alt hevur grunnurin ólógliga heimiðlað sær sjálvum at læna millum 950 milliónir krónur og eina milliard út.
Eik Grunnurin
Eik Grunnurin varð stovnaður í 2002 í sambandi við at Føroya Sparikassi gjørdi av at leggja sparikassan um til partafelag eftir grunnaleistinum í bank- og sparekasseloven, sum var galdandi tá. Líknandi reglur eru í dag at finna í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed. Nevndin í EIK Grunninum hevur frá byrjan verið tann sama sum í Eik Banka P/F, tó við einstøkum undantaki eitt stutt tiðarskeið.
Endamál grunsins er sambært viðtøkunum § 4:
a) At reka virksemi í sjálvsognarstovininum Føroya Sparikassa víðari í Eik Banka P/F, soleiðis at hetta altíð verður ein kappingarførur og tryggur peningastovnur og
b) At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í partabrøv, aðra kapitalpartar og umbýtilig virðisbrøv í vinnurekandi virkjum av øllum sløgum.