Ordrabøkurnar hjá byggivinnuni fyllast

Føroyska byggivinnan hevur havt ringar tíðir seinastu árini, men nú sær út til at ganga betri.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing hjá Fíggjarmálaráðnum í morgun.

Treystitalið, ella konjunkturbarometrið, hjá byggivinnuni fer við einum risalopi úr minus 32 upp í 27 frá januar til juni í ár.

Hetta er eitt tal fyri, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú og um gongdina seinast árið og tað næsta árið.

- Hetta fyrstu ferð seinastu trý árini, at treystitalið hjá byggivinnuni er positivt, sigur Fíggjarmálaráðið.

Ein orsøk til tað góða lagið í byggivinnuni er, at landið hevur sett munandi meira pengar av til íløgur í 2011 og næstu árini, umframt at virksemisskapandi broytingar eru gjørdar í meirvirðisgjaldslógini.

Samstundis hevur Tórshavnar Kommuna gjørt 64 nýggj grundstykkir byggiklár og gongd er nú komin á orkulánini úr Húsalánsgrunninum.

Av tí sama hevur byggivinnan fingið nógv fleiri bíleggingar seinastu tíðina, og tey vænta eisini, at arbeiðstørvurin fer at økjast næsta árið.