Ordeliga vanadannandi egg

Við jøvnum millumbilum stendur Jóhan í Kollafirði í rundkoyringini í Kollafirði og selur føroysk egg. Ella sum hann sigur sjálvur: Ordelig egg. Eftirspurningurin er øgiligur, og eggini ganga sum heitt breyð

Mánadagin stóð Jóhan aftur í rundkoyringini og seldi egg. Tá hann hevði selt so nógv, at hann hevði nóg mikið til fóður, gavst hann. Men hann sigur, at hann væl hevði kunnað selt øll, sum tað skuldi verðið. Men tað tímdi hann ikki.
? Sært tú, mær dámar so væl at standa í rundkoyringini og selja egg, men tað er so ræðuliga keðiligt, tí fólk koma allatíðina, og so er alt uppi, áðrenn eg veit av. Og so er tað so longi, til eg sleppi aftur í rundkoyringina, sigur hann.
Jóhan veit ikki sjálvur, um eggini eru góð. Tí hevur hann eitt skelti, har hann hevur skrivað ordelig egg á. Men hann leggur dent á, at eggini eru so góð, sum tey kunnu verða, tí tey eru komin undan hønum, sum ganga fríar úti í náttúruni, har hugnin verður settur fram um framleiðsluna.
Sambært Jóhan stendur hann ikki í rundkoyringini við sølufremjandi vinningi fyri eygað.
? Men so løgið, sum tað ljóðar, so slær tað feil hvørjaferð, tí fólk ringja í dagavís og spyrja eftir eggum, eftir at eg havi staðið har, greiðir hann frá.
Jóhan sigur, at fólkini, sum steðga fyri at keypa, eru øll so glað, og tey hava øll roynt at steðga á í til dømis Danmark fyri at keypa jarðber ella okkurt annað.
? Eg merki ikki so nógv til fólk, ið ikki dáma, at eg standi har, tí tey koyra vanliga bara framvið uttan at steðga, sigur Jóhan, sum at enda leggur afturat, at hann umhugsar av álvara at seta ein reyðan trýkant á eggjapakkarnar, tí tað letur til, at eggini eru serstakliga vanadannandi.
? Eg veit bara, at tey, sum keypa, koma aftur og aftur og aftur at keypa meira, sigur Jóhan Dalsgaard.