Trý tónlistarnøvn eru løgd afturat G! Mini skránni, sum nú er liðug.
Orca, Sic og Martin í Grund leggjast afturat eini skrá, sum longu er pakkað við nøkrum av fremstu tónlistarnøvnunum í landinum.
Øll hesi trý nøvnini hava okkurt tilknýti til tónleikaumhvørvið kring Grót og G! Festival. Orca manningin er kend úr bólkum sum Clickhaze, Gestum og Enekk. Við Sic spæla fleiri gøtumenn, og Martin í Grund er syðrugøtumaður, búsitandi í Onglandi.
Tíðir fyri framførslurnar verða ásettar seinni.