Enn eru allar súður ikki syftar um tey 0,8 prosentini, ið starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum hava goldið í barnsburðargrunn síðani 1. januar 1996, og ringt er hjá fólki at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt. Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarni Djurholm, og eitt samtak av 12 fakfeløgum, hava ymiska tulking av spurninginum. Fakfeløgini tvíhalda um, at tey 0,8 prosentini gjørdust partur av lønarhækkingini undir samráðingunum í 1995, meðan landsstýrismaðurin hinvegin vísir á, at tey 0,8 prosentini eru partur av lønarkarminum til almennu stovnarnar, soleiðis, at teir kunnu seta avloysara fyri kvinnu, sum fer í barnsburðarfarloyvi.
Fleiri tingfólk viðgjørdu spurningin undir fyrstu viðgerð av lógaruppskotinum um nýggja barsilsskipan.
- Hesi viðurskifti mugu fáast í rætt lag. Alment lønt starvsfólk hava havt rættin at fara í barnsburðarfarloyvi við løn síðstu 20-30 árini, og tí er ikki rætt at hótta ta skipanina við at áleggja teimum at gjalda eina ferð afturat nú. Spurningurin er, um tað ikki hevði verið best, at latið tey alment løntu varðveitt skipanina, sum er galdandi, og gjørt eina serliga skipan fyri restina av arbeiðsmarknaðinum, segði Finnur Helmsdal, framsøgufólk fyri Tjóðveldisflokkin.
Hildur Patursson, tingkvinna úr Tjóðveldisflokkinum, segði, at tað er brot á sáttmálan, at tey 0,8 prosentini verða tikin frá teim alment løntu á henda hátt.
- Tey 0,8 prosentini eru partur av eini lønarhækkan, og tí er ikki rætt, at tey skulu gjalda eina ferð afturat. Vinnunevndin eigur at viðgera henda spurningin nærri, tí tað má vera slætt borð, áðrenn skipanin fer at virka, segði hon.
Lisbeth L. Petersen, framsøgufólk fyri Sambandflokkin, skjeyt í hesum sambandi upp, at um eingin semja fæst um hesi prosentini, kann spurningurin loysast við, at fakfeløgini fáa eina skiftistíð.
Nýtt notat
Meðan stjórin á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum gevur fakfeløgunum rætt í, at tey 0,8 prosentini eru partur av lønarhækkingini hjá teim alment løntu, gevur ein fulltrúi í Fíggjarmálastýrinum landsstýrismanninum rætt í, at virðið er ongantíð sett á barnsburðargrunnin sum partur av lønarhækkan.
- Tað er løgið, at landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum bíleggur eitt notat, sum talar fyri hansara søk, tá ið eitt notat er til frammanundan, sum sigur nakað annað, segði Hans Pauli Strøm, framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin.
Landsstýrismaðurin vísti aftur, at hann hevði bílagt notatið við tí endamáli.
- Fíggjarmálastýrið hevur gjørt eitt nýtt notat, sum Vinnunevndin fær handað, upplýsti Bjarni Djurholm. Hvat notatið sigur, segði landsstýrismaðurin einki um.
Tey 12 fakfeløgini hava víst á, at verður greiða ikki fingin á teim 0,8 prosentunum, áðrenn nýggja barsilsskipanin fer at virka, fara tey at leggja 0,8 prosent omaná lønarkrøvini til næstu lønarsamráðingar.